Okkara svimjarar hava nú allir roynt seg á EJM 2026, og gekk tað heilt væl. Líggjas svam seg víðari til hálvfinalu í 200 frí, Silas setti persónligt met í somu kapping, og øll trý hava svomið upp ímóti sínum bestu tíðum.

Okkara svimjarar hava nú allir roynt seg á EJM 2026, og gekk tað heilt væl. Líggjas svam seg víðari til hálvfinalu í 200 frí, Silas setti persónligt met í somu kapping, og øll trý hava svomið upp ímóti sínum bestu tíðum.

Líggjas Joensen (2008, Ægir) megnaði fyri løtu síðani at svimja seg víðari til hálvfinalu í 200 metra frísvimjing á Evropeisku JuniorMeistarastevnuni 2026, tá ið hann í innleiðandi riðlunum svam seg til úrslitið 1:50.53. Sí úrslitalistan her á European Aquatics

Í morgin ári byrjar Evropeiska JuniorMeistarastevnan í svimjing 2026, við luttøku av eisini trimum føroyskum svimjarum. Stevnan er í München í Týsklandi, í seks dagar frá 7. til 12. juli 2026. Tey trý úr Føroyum, eru Lea Osberg Højsted (2008) og Líggjas Joensen (2008) úr Ægir, og Silas Dam Lindberg (2008) úr Havnar Svimjifelag.

Viðfest eru úrslitini frá svimjistevnuni “HS Summarkapping 2026”, sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri nú fríggjakvøldið í Svimjihøllini í Gundadali. Úrslitini finnast eisini her á Swimify

Kanadiska Summer McIntosh setti í gjár stórt nýtt heimsmet í 200 metra firvaldasvimjing á langgeil, tá ið hon á kanadisku úttøkustevnuni svam seg til úrslitið 2:01.65. Hon tók tá elsta heimsmetið í bókini, sum var 2:01.81 hjá kinesisku Liu Zige frá ‘superdrakt-tíðini’ í kinesisku meistarastevnuni í Ji Nan í 2009.
Av tí at Kári J. á Høvdanum hevur valt at leggja forfólkasessin frá sær og samstundis fara úr starvsnevndini, so hevur starvsnevndin fyribils skipað seg av nýggjum.

Her eru úrslitini frá Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung 2026, sum norska svimjisambandið skipaði fyri í Oslo nú mánadagin 29. og týsdagin 30. juni 2026. Úrslitini síggjast eisini her á medley.no og her á SwimRankings

Her eru úrslitini frá FøroyaMeistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni á Langgeil 2026, sum Svimjisamband Føroya og Havnar Svimjifelag skipaðu fyri í Svimjihøllini í Gundadali hin 5. til 7. juni 2026.
Úrslitini síggjast eisini her á Swimify og her á SwimRankings

Nú mánadagin 29. og týsdagin 30. juni er Noregi vertur fyri Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung 2026, við luttøku av eisini føroyskum svimjarum. Stevnusíðan er her á medley.no, við leinki til startlistar

Amerikanska Kate Douglass setti í gjárkvøldið nýtt heimsmet í 50 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hon á TYR Pro Swim Series stevnu í Indianapolis svam seg til úrslitið 23.59 sekund. Svenska Sarah Sjöström átti metið á 23.61 frá HM í Fukuoka í 2023.