Føroysk luttøka á Nordic Open Masters 2023 í Keypmannahavn

Hetta vikuskiftið luttekur Andrass Thomsen úr Havnar Svimjifelag á Nordic Open Masters 2023, sum danska svimjisambandið skipar fyri í Bellahøj Svømmestadion í Keypmannahavn. Í øllum førum ein annar føroyingar luttekur eisini – nevniliga Emma Festirstein Nyström, sum hevur sínar røtur í Havnar Svimjifelag, men sum her umboðar danska felagið KU Svømning og Vandpolo.

Continue reading Føroysk luttøka á Nordic Open Masters 2023 í Keypmannahavn

HM fyri Masters verður í Fukuoka í august 2023

Altjóða svimjisambandið FINA kunngjørdi í gjár, at HeimsMeistarastevnan fyri Masters er útsett til hin 2. til 11. august 2023, sum upprunaliga skuldi verða hin 31. mai til 9. juni 2022. Í báðum førum í Fukuoka í Japan, í forleingilsi av HeimsMeistarastevnuni á sama stað.

Image courtesy of ioa8320, Pixabay License Free for commercial use, No attribution required
Continue reading HM fyri Masters verður í Fukuoka í august 2023

EM fyri Masters avlýst

LEN hevur nú alment kunngjørt, at ætlaða EM fyri Masters er avlýst, sum annars skuldi vera í forleingilsi av EM nú í mai mánaða. Avlýsingin er vegna støðuna við korona, har tey umhugsaðu eisini at útseta hetta EM fyri masters til í august mánaða, men so endaðu við at velja hin møguleikan, sum var at avlýsa hesa stevnu.

building near body of water
Photo by Dominika Gregušová on Pexels.com

Tað sum ger EM fyri Masters enn meira avbjóðandi enn t.d. vanliga EM, er at tað til EM fyri Masters eru vanliga nógv fleiri luttakarar, sum enntá í stóran mun koma til sum einstaklingar, heldur enn sum partur av einum størri liði. Ungarsku fyriskipararnir mettu tað ómøguligt at skipa hetta korona-trygt, og varð tað tí avlýst.

EM í svimjing er tó enn á skránni, at verða í Budapest hin 10. til 23. mai 2021.

Nordic Open Masters í Tórshavn hin 2. til 4. oktober 2020

Fyrireikingarnar eru longu væl í gongd til Nordic Open Masters 2020, sum verður í Svimjihøllini í Gundadali hin 2. til 4. oktober 2020.

Formliga innbjóðingin verður klár í januar, við møguleika at bíleggja sær innivist og máltíðir og so framvegis.

Vit vænta í minsta lagi 300 svimjarar sum tá ið hendan sama stevna var í Havn í 2015, og vita at tey í Vantaa í Finnlandi í ár vóru yvir 600.

Sí stevnusíðuna ssf.fo/nordic-open-masters-2020/

Her niðanfyri eru nakrar útvaldar myndir frá stevnuni í Havn í 2015

Innbjóðing til Nordic Open Masters 2017

Danir bjóða í viðfestu innbjóðing til Nordic Open Masters, at vera í Vesterbro Svømmehal hin 6. og 7. oktober 2017. Talan er um svimjistevnu á stuttgeil, við aldursbólkum frá 25-29 og upp til 95-99 ár, umframt liðsvimjingum. Veitsla verður í Frederiksberg-hallerne aftná svimjistevnuna, leygarkvøldið hin 7. oktober. Tilmeldingarnar skulu vera inni hin 9. september.