European Aquatics fráboðaði í gjár, at Rakul í Lágabø og Dan Hjelm eru millum úttiknu dómarar til EM á stuttgeil 2025, sum verður í Lublin í Póllandi hin 2. til 7. desember 2025. Tey eru bæði altjóða dómarar, sí listan her hjá World Aquatics

European Aquatics fráboðaði í gjár, at Rakul í Lágabø og Dan Hjelm eru millum úttiknu dómarar til EM á stuttgeil 2025, sum verður í Lublin í Póllandi hin 2. til 7. desember 2025. Tey eru bæði altjóða dómarar, sí listan her hjá World Aquatics
Góðu svimjifeløg í Føroyum,
Vit vilja aftur í ár bjóða tykkum á Galla veitslu., sum verður hildin leygarkvøldið 15. november kl. 18. Vit fingu góðar afturmeldingar í fjør, og halda sjálvi tað eydnaðist orduliga væl – tí vóna vit, at vit aftur í ár kunnu fáa eitt stuttligt og hugnaligt kvøld saman.
Umboð fyri føroysk feløg og SSF vóru í vikuskiftinum á svimjifrálæruskeiði í Íslandi, at hoyra um nýggja Swim Safe Europe átakið hjá European Aquatics, við tilhoyrandi frálæruskipan. Eini 30 fólk vóru á skeiðnum tilsamans, íroknað 8 føroyingar úr FLOT, Hellufossi, Ægir og SSF.
Her er innbjóðing til svimjistevnu sum Ægir skipar fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, fríggjakvøldið 24. og leygardagin 25. oktober 2025. Hetta er opin stevna.
Her er innbjóðing til Føroyameistarastevnuna og Juniormeistarastevnuna á stuttgeil 2025, sum Svimjisamband Føroya og Ægir skipa fyri í Klaksvíkar Svimjihøll hin 7. til 9. november 2025.
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri í Svimjihøllini í Gundadali, fríggjakvøldið hin 3. oktober og leygardagin hin 4. oktober 2025. Úrslitini síggjast eisini her á Swimify
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri í Svimjihøllini í Gundadali, leygardagin hin 20. september 2025. Úrslitini síggjast eisini her á Swimify
Ítróttastjórin Mike Unger greiðir her frá ætlaðu kravtíðarskipan hjá World Aquatics til Olympisku Leikir 2028, ið sum skilst er til góðkenningar hjá altjóða olympisku nevndini IOC. Tey skulu fáa pláss fyri fleiri greinum, londum og liðum, samstundis sum at samlaða talið av íðkarum undir World Aquatics minkar frá 900 á OL 2016 til nú 830 á OL 2028
Svimjihøllin í Gundadali var í vikuskiftinum karmur um felags venjingarlegu hjá Svimjisambandi Føroya og Sundsamband Íslands, fyri svimjarar fødd í 2009 til 2012. Skipað var fyri felagsvenjingum fríggjakvøld og sunnumorgunin, landsdysti leygardagin og hugnaløtu leygarkvøldið, umframt at tey ótu saman.
European Aquatics hevur fráboðað nær hetta ymiska verður á EM 2026 í París, og er tað flutt eitt sindur út í august mánaða.