Góð úrslit fyrsta morgun á Danish Open 2024

Tey eru nú liðug við fyrsta stevnupart á Danish Open 2024, og gekk tað bara heilt væl hjá eisini føroyingunum. Eitt rættiliga fullfíggjað yvirlit sæst her á Swimify yvir luttøkuna hjá føroyska landsliðnum, sum til nú hevur úrslitað í 2 finalupláss og 6 betringar í mun til tilmeldingartíð.

Continue reading Góð úrslit fyrsta morgun á Danish Open 2024

So er tað Danish Open 2024

Nú hósmorgunin 11. apríl byrjar Danish Open 2024, við luttøku av eisini føroyskum svimjarum. Hetta er stóra OL-úttøkustevnan hjá dønum, og tískil eisini hjá okkum so leingi sum vit ikki hava sjálvstøðugan OL-limaskap. Startlistarnir síggjast her á Swimify, har eisini úrslitini fara at finnast so hvørt. Stroyming er á tv.svoem.dk/svoem

Føroyska landsliðið uttanfyri Bellahøj Svømmestadion. Rúna Jakobsen eigur myndina

Innbjóðing til FM og JM á langgeil 2024

Her er innbjóðingin til Føroyameistarastevnuna og Juniormeistarastevnuna á langgeil 2024, sum Svimjisamband Føroya og Suðuroyar Svimjifelag skipa fyri í Páls Høll í Vági hin 10. til 12. mai 2024. Tilmeldingin fer fram á data.tempus.fo

Continue reading Innbjóðing til FM og JM á langgeil 2024

Stroyming frá Danish Open 2024

SvømDanmark skipar nú í vikuskiftinum fyri Danish Open 2024, frá hósmorgni hin 11. apríl til sunnudag seinnapart hin 14. apríl 2024, við luttøku av eisini føroyskum svimjarum.

Til ber at fylgja við stevnuni á tv.svoem.dk, har atgongd til stroyming frá innleiðandi riðlunum er ókeypis, og prísurin frá finalum er 4 evrur per finalupart ella 10 evrur fyri allar 4 finalupartar.

Úrslit frá SuSvim Open 16. – 17. mars 2024

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni “SuSvim Open Mars 2024”, sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri í Páls Høll í Vági nú leygardagin 16. og sunnudagin 17. mars 2024.

Úrslitini síggjast eisini her á LiveTiming.se og her á Swimify

Continue reading Úrslit frá SuSvim Open 16. – 17. mars 2024