Tey eru nú liðug við fyrsta stevnupart á Danish Open 2024, og gekk tað bara heilt væl hjá eisini føroyingunum. Eitt rættiliga fullfíggjað yvirlit sæst her á Swimify yvir luttøkuna hjá føroyska landsliðnum, sum til nú hevur úrslitað í 2 finalupláss og 6 betringar í mun til tilmeldingartíð.
Finalupláss
- Elisabeth Erlendsdóttir (2005) HS 1:05.18 og B-finalu í 100 rygg
- Isak Brisenfeldt (2006) HS 56.93 og C-finalu í 100 firvald
Betringar
- Áki Eliassen (2006) HS 1:00.33 í 100 firvald (tilm.tíð 1:00.70)
- Isak Brisenfeldt (2006) HS 56.93 í 100 firvald (tilm.tíð 57.14)
- Lea O. Højsted (2008) Ægir 1:15.88 í 100 bringu (tilm.tíð 1:16.54)
- Bartal E. Eidesgaard (2003) HS 24.07 í 50 frí (tilm.tíð 24.31)
- Isak Brisenfeldt (2006) HS 8:37.63 í 800 frí (tilm.tíð 8:45.03)
- Heini M. Askham (2006) Ægir 8:42.07 í 800 frí (tilm.tíð 8:46.59)
Besta avrik til nú
- Líggjas Joensen (2008) Ægir 8:30.79 og 693 stig í 800 frí