Føroyingar í hópatali til Danmarkar at kappast

Hetta vikuskiftið fer ein rúgva av føroyskum svimjarum at kappast í Danmark, á donsku meistarastevnuni á stuttgeil, umframt á Køge Open 2017. Og útlit eru til heiðursmerki bæði her og har, í svimjihyljunum í Greve, Køge og Herfølge.

Í Greve eru teir sum fyrr nevnt Óli Mortensen, Alvi Hjelm og Markus Joensen sum fara at royna seg, umframt føroysku danirnir Magnus Jákupsson og Frans Johannessen. Her hava serliga Óli, Frans og Magnus kjans at taka heiðursmerki.

Og á Køge Open eru tey so har afturat ein stórur hópur úr Suðuroyar Svimjifelag, Havnar Svimjifelag, Reysta og Ægir, sum fara at kappast tey eldru í Køge og tey yngru í Herfølge, við finalum síðani í Køge Svømmehal.

Her hava serliga Sólvá A. Sigurðsson úr Ægir og Alisa Vestergård úr Suðuroyar Svimjifelag topp-plaseringar í Køge – sum tó kann snýta eitt sindur, við tað at tríggir aldursbólkar her eru blandaðir saman á sama lista.

Í Herfølge eru tað serliga Andreas Debess, Bjarti Ludvig og Viktoria Olsen úr Suðuroyar Svimjifelag sum síggjast ovast á listunum – aftur við einum ávísum fyrivarni, her serliga tí at nógvir aðrir svimjarar ikki hava tilmeldingartíðir.

Hóparnir eru:

  • úr Havnar Svimjfelag: 15 svimjarar, 2 venjarar og 2 leiðarar
  • úr Suðuroyar Svimjifelag: 20 svimjarar, 1 venjari og 1 leiðari, ella tilsamans 40 um foreldrini verða roknað við
  • úr Reysta: 11 svimjarar, 1 venjari og hartil foreldur
  • úr Ægir: 2 svimjarar umframt foreldur

Altso tilsamans einir 48 raskir svimjarar, umframt teir á DM í Greve

Til ber at fylgja við úrslitunum …

Sí eisini Køge Open, umframt at Dansk Svømmeunion her lovar SuperLive stroyming frá DM á stuttgeil 2017.

DM byrjar longu í morgin árini, og varir so fram til og við sunnudagin, meðan Køge Open fyrst byrjar í ovurmorgin.

Vit royna sjálvsagt at fylgja við sum frægast

Ger viðmerking