Útlit til føroysk heiðursmerki á DM á stuttgeil 2017

Danir hava nú lagt út startlistan til DM á stuttgeil 2017, sum verður í Greve Svømmehal hósdagin til sunnudagin 9. – 12. november. Og tað eru sum ikki einaferð útlit til føroysk heiðursmerki, bæði hjá svimjarum við føroyskum og donskum svimjitjóðskapi.

Hósdag 9. november

  • Í 100 blandað hevur Magnus Jákupsson triðbestu tilmeldingartíð.
  • Í 800 frí hevur Óli Mortensen bestu tilmeldingartið, meðan Frans Johannessen hevur triðbestu og Alvi Hjelm 9. bestu.

Fríggjadag 10. november

  • Í 200 frí hevur Óli Mortensen 17. bestu tilmeldingartíð.
  • Í 400 blandað hevur Alvi Hjelm fjórbestu tilmeldingartíð, og Frans Johannessen fimtbestu.
  • Í 50 firvald hevur Markus Joensen 16. bestu tilmeldingartíð.

Leygardag 11. november

  • Í 100 rygg hevur Magnus Jákupsson triðbestu tilmeldingartíð.
  • Í 50 frí hevur Markus Joensen 48. bestu tilmeldingartíð.
  • Í 1500 frí hevur Óli Mortensen næstbestu tilmeldingartíð, eitt lítið vet aftanfyri danska Alexander Aslak Nørgaard.

Sunnudag 12. november

  • Í 200 blandað hevur Alvi Hjelm 10. bestu tilmeldingartið.
  • Í 50 rygg hevur Magnus Jákupsson triðbestu tilmeldingartíð, og Markus Joensen 23. bestu tilmeldingartíð.
  • Í 400 frí hevur Frans Johannessen bestu tilmeldingartið, meðan Óli Mortensen hevur fjórbestu, og Alvi Hjelm 13. bestu.

Annars er eitt hitt mest merkisverda við hesum DM á stuttgeil 2017, at teir báðir størstu profilarnir hjá dønum ikki eru við, nevniliga Pernille Blume og Rikke Møller Pedersen.

Tær mugu tí eftir øllum at døma úttakast ‘subjektivt’, til at lúka tær treytir sum danir sjálvir hava sett sínum svimjarum, har hetta DM er einasta úttøkustevna.

Orsøkin er fyri so vítt heilt ókey, at tær eru upptiknar av World Cup í Asia, um somu tíð.

Men tó so, ikki nøkur serliga góð upptakt hjá dønum, til EM á heimabana í desember, at teirra allarbestu kvinnur velja hesa meistarastevnu og úttøkustevnu frá.

Á harrasíðuni er uppmøtingin betri, og her hava vit so eisini hesar føroyingarnar, har Óli og Alvi luttaka bæði her og á FM á stuttgeil, um somu tíð.

One thought on “Útlit til føroysk heiðursmerki á DM á stuttgeil 2017”

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.