Føroyingarnir væl framkomnir til Mare Nostrum í Barcelona

Føroyskir svimjarar fara sum kunnugt at royna seg á 34. Trofeu International Ciutat de Barcelona de Natació, sum verður í katalanska høvuðstaðnum Barcelona í morgin og í ovurmorgin hin 11. og 12. juni 2013. Tey ferðaðust higar í vikuskiftinum, meginparturin úr Føroyum og Pál Joensen úr Avstraliu. Ferðaleiðarin Jon Hestoy heilsar úr Barcelona, at tey eru í rættiliga góðum lag, tendrað og sera væl hugaði at byrja í morgin. “Pál hevur verið nakað troyttir av ferðini úr Avstralia, hann lendi her tíðliga leygarmorgunin, og tekur hesar tveir dagarnir Barcelona sum eina roynd upp á hvussu hann er komin fyri seg.”

DSC00902

(Føroysku svimjararnir, frá vinstru Markus Joensen, Óli Mortensen, Birita Debes, Bartal Hestoy, Poula Ø. Mohr, Alvi Hjelm, Pál Joensen)

Her niðanfyri er ein myndarøð við myndum úr Barcelona; hon vil vaksa so hvørt sum Hestoy sendir myndir heim. Tit kunnu eisini síggja myndasavnið her á Flickr.



Tað er ikki eydnast okkum enn at finna nakra live timing ella nakað live stream, men Mare Nostrum hevur hesa síðuna, vertsfelagið Club Natació Sant Andreu hesa og katalanska svimjisambandið hesa. Á hasum seinasta er hendan síða sett av til úrslit, so fáa vit at síggja.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.