Video frá Mare Nostrum stevnunum í Canet

Norðmenn eru raskir at taka upp og leggja út; her er video frá finalunum í 400 og 1500 metra frísvimjing á Mare Nostrum stevnuni í Canet-en-Roussillon, har Pál Joensen luttók, umframt finalan í 100 firvald har Magnus Jákupsson luttók.

Pál er her í hvítari hettu á geil 6 (triðnærmast okkum)

Og her er hann aftur í hvítari hettu á geil 8 (nærmast okkum)

Her er tað Magnus Jákupsson í svartari hettu á geil 6 (triðnærmast okkum)

Har eru nógvar aðrar videoir frá Canet, sí teirra playlista á YouTube

Video frá Mare Nostrum 2013 stevnuni í Barcelona

Jon Hestoy hevði myndatól við videofunku við til Mare Nostrum, soleiðis at vit kunnu síggja eitt sindur av tí sum føroyingarnir svumu. Her niðanfyri havi eg sett tað upp í ein ‘playlista’, og longri niðri eru videoirnar so hvør sær.


Continue reading Video frá Mare Nostrum 2013 stevnuni í Barcelona

Pál 15:19.66 og nr 4 í 1500 á Mare Nostrum Canet

Pál Joensen megnaði í dag at vinna sær enn eitt fjórðapláss í altjóða kapping, tá ið hann á Mare Nostrum stevnuni í Canet-en-Roussillon svam 1500 metra frísvimjing uppá 15:19.66. Japanski Ayatsugu Hirai vann við tíðini 15:02.51, ukrainski Sergiy Frolov vann silvur við 15:13.58 og franski Anthony Pannier bronsu við 15:16.77. Splitt-tíðirnar benda á at Pál helt fast í taktikkinum at leggja hart út, har japanin so svaraði aftur longu eftir 150 metrum, og hinir so hingu í teimum báðum oddafiskunum. Pannier dróg framum Pál tá ið teir høvdu svomið 550 metrar, og Frolov tá ið teir høvdu svomið umleið 1000. Sí úrslitalistan her á heimasíðuni hjá Mare Nostrum stevnunum.

Magnus Jákupsson svam seg í B-finalu í 50 metra firvaldasvimjing, har hann við tíðini 25.17 varð triðskjótastur, ella 11. skjótastur tá ið vit telja A-finaluna við.

Mare Nostrum stevnurnar eru hervið avgreiddar, og næsta avbjóðing hjá hesum báðum verður so mær kunnugt DM á langgeil í Bellahøj hin 1. til 6. juli 2013.

Pál og Magnus stóðu seg væl í kapping í Canet í dag

Triðja Mare Nostrum stevna er í Canet-en-Roussillon hetta vikuskiftið, har teir báðir Pál Joensen og Magnus Jákupsson eisini luttóku. Magnus megnaði at koma í A-finalu og vinna sær eitt fimtapláss við tíðini 54.86 í 100 metra firvaldasvimjing, meðan Pál svam seg í A-finalu í 400 frí har hann við tíðin 3:55.49 varð nummar 7. Magnus megnaði eisini at koma í B-finalu í 50 metra frísvimjing, har hann við tíðini 23.95 varð nummar 14. Sí úrslitalistan her av heimasíðuni hjá Mare Nostrum stevnunum.

OK úrslit hjá føroyingunum á Mare Nostrum 2013 í Barcelona

Her niðanfyri er eitt yvirlit yvir úrslitini hjá føroyingunum á Mare Nostrum stevnuni í Barcelona, sæð í mun til teirra bestu tíðir. Har er óivað onkur sum kundi hugsað sær at hava svomið okkurt skjótari; men vit fingu hóast alt tvey føroysk met, eina A-finalu og tvær B-finalur, umframt nakrar bestu tíðir afturat. Tey svumu generelt klassatíðir, og gjørdu seg í øllum førum ikki fyri skommum.

DSC00906

GG! Magnus Jákupsson er sum kunnugt ikki føroyskur svimjari longur, men eg koyrdi hann á listan allíkavæl, av tí at hann er føroyingur.

Pál 1:52.76 og B-finalu í 200 frí á Mare Nostrum í Barcelona

Pál Joensen svam seg fyri løtu síðani víðari til B-finalu á Mare Nostrum stevnuni í Barcelona, tá ið hann í 200 metra frísvimjing svam teinin uppá 1:52.76. Nokk til eitt fyribils 14. pláss, ið er betur enn hansara upprunaliga styrkismeting á startlistanum sum nummar 18, hóast tað er nakað seinni enn hansara tilmeldingartíð á 1:51.05. Sí úrslitalistan her.

DSC00897

B-finalurnar eru tíðliga seinnapartin, og til tey sum ikki vita tað, so svimur man tá bara um heiðurin og møguliga betring av sínum tíðum, uttan møguleika at vinna heiðursmerki. Bartal Hestoy er sum nevnt eisini víðari til B-finalu í 400 metra blandaðari svimjing, og hartil er Magnus Jákupsson víðari til B-finalu í 100 rygg og 100 firvald.
Continue reading Pál 1:52.76 og B-finalu í 200 frí á Mare Nostrum í Barcelona

Bartal 4:36.32 og føroyskt met í 400 blandað

Bartal Hestoy setti fyri løtu síðani nýtt føroyskt met í 400 metra blandaðari svimjing á langgeil, tá ið hann á Mare Nostrum stevnuni í Barcelona svam teinin uppá 4:36.32. Bartal átti sjálvur føroyska metið á 4:38.10, frá Actavis Open 2013. Tíðin var nóg gott til eitt 15. pláss í kappingini millum 29 luttakarar, og Bartal er tí eisini víðari til B-finalu seinnapartin. Sí úrslitalistan her.

Bartal Hestoy á Mare Nostrum 2013

Pál 3:53.25 og 4. pláss í 400 frí á Mare Nostrum í Barcelona

pal-i-barcelonaPál Joensen megnaði fyri løtu síðani at svimja seg til eitt fjórðapláss á Mare Nostrum stevnuni í Barcelona, tá ið hann í 400 metra frísvimjing svam teinin uppá 3:53.25. Taktikkurin tykist at hava verið hin sami sum í morgun, at leggja hart út og so royna at halda, tí Pál var í heilum fremst ella næstfremst, inntil síðstu 50 metrarnar. Suðurafrikanski Devon Brown Myles vann við tíðini 3:52.47, japanski Ayatsugu Hirai vann silvur við 3:52.70 og ungi finnlendingurin Matias Koski vann bronsu við 3:52.86. Sí úrslitalistan her.

Pál 3:55.31 og víðari til finalu í 400 frí á Mare Nostrum í Barcelona

Pál Joensen svam seg fyri løtu síðani víðari til finalu á Mare Nostrum stevnuni í Barcelona, tá ið hann í 400 metra frísvimjing svam teinin uppá 3.55.31, ið var 5. skjótast í mun til hinar 48 í kappingini. Hann er enn rættiliga merktur av harðari venjing í Avstraliu og síðani flogferð heim aftur leygardagin, so taktikkurin var rættiliga einfaldur at leggja hart út og síðani síggja hvussu langt tað rakk. Tí førdi hann eisini fyrsta strekkið, áðrenn teir so líðandi fóru at togast um fremstu plássini. Splitt-tíðir (og plasering) 27.08 (1) – 56.02 (1) – 1:55.74 (1) – 2:25.94 (2) – 2:56.23 (3) – 3:26.32 (4) – 3:55.31 (5). Sí úrslitalistan her.

Finalan er sambært skránni kl 19:34 Barcelona tíð í kvøld, sum er kl 18.34 her í Føroyum.

DSC00882