Skráin hjá okkum í Istanbul

So er tað í morgin árini at Birita byrjar ballið, tá ið hon her á HM í Istanbul skal luttaka í 100 metra ryggsvimjing, umleið miðskeiðis í innleiðandi partinum sum byrjar kl 10:00 Istanbul tíð (08:00 í Føroyum). Síðani kappast tey bæði Pál allar dagar fram og við sunnukvøldið, tá ið Pál endar føroysku luttøkuni við finaluni í 1500 metra frísvimjing. Ferðaliðið hevur SSF-telefon +298 51 75 59, vinarliga brúkið hana um tit vilja í samband við nakran her, tí tað kostar kassan at samskifta úr Turkalandi.

DSC06862

Kappingarskrá okkara
– Allar tíðir eru FO-tíð

  • Mik 12. desember: Birita 100 rygg innleiðandi, kapping frá kl 08:00
  • Hós 13. desember: Birita 100 frí, sum er fyrsta kapping kl 08:00
  • Frí 14. desember: Pál 400 frí, miðskeiðis í skránni sum byrjar kl 08:00

    – Um Pál kemur í finaluna, so er tann parturin sama kvøld frá umleið kl 17:00
  • Ley 15. desember: Birita 50 rygg og 50 frí, innleiðandi byrjar kl 08:00
  • Sun 16. desember: Pál finalu í 1500 metra, síðst í skránni sum byrjar kl 17:00

Omega skipar fyri live timing her á omegatiming.com

Ger viðmerking