Enn einaferð hevur Pál Joensen megnað at umboða Føroyar í altjóða finalu, nú hann sunnukvøldið skal luttaka í 1500 metra frí finaluni á heimsmeistarastevnuni á stuttgeil, sum er í Istanbul í Turkalandi. Og tað við einum fjórðaplássi, vegna góða úrslitið sum hann fekk á EM í Stettin í fjør. Og í 400 frí sær tað faktiskt enn betri út, har hann á pappírinum liggur til eina bronsu. Pál sigur seg vera væl fyri, so tað kann bara blíva spennandi 🙂
Startlistin sæst nú á netinum, Sawrymovich er nú í finaluni, og Detti úti
http://omegatiming.com/File/Download?id=00010C010D00000502FFFFFFFFFFFF01