2 føroysk met og 5 juniormet, annan dag á FM/JM 2010

Føroysku svimjararnir megnaðu í kvøld at seta 2 føroysk met og 2 juniormet, afturat teimum trimum juniormetunum frá í morgun. Hartil havi eg yvirsæð eitt juniormet hjá Havnar Svimjifelag frá í gjár, í 4×100 blandað hjá monnum, soleiðis at metini til nú eru eini 6 føroysk met og 15 juniormet, á FM/JM 2010.

DSC_4021

Cecilia Eysturdal betraði um sítt juniormet í 400 frí, við at svimja 4:30.56 í kvøld, har juniormetið hjá henni frá Meistarastevnuni fyri Ung farna vikuskiftið var 4:33.90. Turið S. Christiansen betraði somuleiðis um sítt juniormeti frá MU 2010 í 200 firvald, við at svimja 2:30.49 í kvøld har hon í Klaksvík sunnudagin svam 2:31.85. Turið S. Christiansen svam við 5:13.25 í 400 blandað væl undir kravtíðina á 5:18.63 til at kunna seta juniormet, og undir kravtíð til Norðurlendsku Juniormeistarastevnuna í desember, men varð kolldømd fyri at seta bara eina hond í vending. ‘

Ægir-damurnar Elspa Mørkøre, Turið S. Christansen, Óluva Jacobsen og Cecilia Eysturdal settu við tíðini 4:30.63 nýtt føroyskt met í 4×100 blandað, har metið hjá Suðuroyar Svimjifelag frá 2007 var 4:34.94. Og Magnus Jákupsson, Høgni Miné, Dánjal Hestoy og Pauli Ø. Mohr úr Havnar Svimjifelag settu við tíðini 3:32.78 nýtt føroyskt met í 4×100 frí, har metið hjá Dia Jacobsen, Eivind Eysturoy, Kristoffur Hentze og Andrassi Thomsen úr HS frá Oyggjaleikum í 2003 var 3:34.67.

Og sum sagt, so yvirsá eg eitt juniormet longu fyrsta morgunin, tá ið Høgni Miné, Óli Mortensen, Magnus Jákupsson og Bartal Hestoy svumu 4:15.95 í 4×100 blandað, har kravtíðin til at seta juniormet var 4:22.15.

Leggja vit hesi 2 føroysku metini og 2 juniormetini saman við teimum 3 juniormetunum frá í morgun, so fáa vit 2 føroysk met og 5 juniormet í dag. Í gjár vóru tey 4 føroysk pluss 9 juniormet pluss hatta eina sum eg gloymdi, ella tilsamans 6 føroysk met og 15 juniormet, til nú á Føroyameistarastevnuni og Juniormeistarastevnuni 2010.

One thought on “2 føroysk met og 5 juniormet, annan dag á FM/JM 2010”

  1. Small States 2010

    1. Magnus Jákupsson, HS (1994) – 25.17 og 714 stig í 50 firvald á FM
    2. Cecilia Eysturdal, Ægir (1996) – 4:30.56 og 683 stig í 400 frí á FM
    3. Birita Debes, FLOT (1995) – 1:04.72 og 682 stig í 100 rygg á FM
    4. Guðrun Mortensen, SuSvim (1997) – 27.29 og 662 stig í 50 frí á MU
    5. Malan V. Bærendsen, SuSvim (1991) – 1:14.49 og 656 stig í 50 bringu á FM
    6. Pauli Ø. Mohr, HS (1991) – 24.02 og 655 stig í 50 frí á FM
    7. Tanja Skaalum, SuSvim (1997) – 4:35.39 og 648 stig í 400 frí á MU
    8. Poula Ø. Mohr, FS (1995) – 1:00.31 og 648 stig í 100 frí á FM

    NMU 2010

    1. Magnus Jákupsson, HS (1994) – 25.17 og 714 stig í 50 firvald á FM
    2. Cecilia Eysturdal, Ægir (1996) – 4:30.56 og 683 stig í 400 frí á FM
    3. Guðrun Mortensen, SuSvim (1997) – 27.29 og 662 stig í 50 frí á FM
    4. Tanja Skaalum, SuSvim (1997) – 4:35.39 og 648 stig í 400 frí á MU
    5. Turið S. Christiansen, Ægir (1996) – 2:27.25 og 647 stig í 200 blandað á FM
    6. Heðin L. Olsen, Ægir (1994) – 53.78 og 627 stig í 100 frí á FM
    7. Sofus Bech, SuSvim (1994) – 9:02.31 og 596 stig í 800 frí á MU
    8. Erna Katrin Olsen, SuSvim (1996) – 9:42.40 og 593 stig í 800 frí á MU

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.