Føroysku svimjararnir megnaðu í kvøld at seta 2 føroysk met og 2 juniormet, afturat teimum trimum juniormetunum frá í morgun. Hartil havi eg yvirsæð eitt juniormet hjá Havnar Svimjifelag frá í gjár, í 4×100 blandað hjá monnum, soleiðis at metini til nú eru eini 6 føroysk met og 15 juniormet, á FM/JM 2010.
Cecilia Eysturdal betraði um sítt juniormet í 400 frí, við at svimja 4:30.56 í kvøld, har juniormetið hjá henni frá Meistarastevnuni fyri Ung farna vikuskiftið var 4:33.90. Turið S. Christiansen betraði somuleiðis um sítt juniormeti frá MU 2010 í 200 firvald, við at svimja 2:30.49 í kvøld har hon í Klaksvík sunnudagin svam 2:31.85. Turið S. Christiansen svam við 5:13.25 í 400 blandað væl undir kravtíðina á 5:18.63 til at kunna seta juniormet, og undir kravtíð til Norðurlendsku Juniormeistarastevnuna í desember, men varð kolldømd fyri at seta bara eina hond í vending. ‘
Ægir-damurnar Elspa Mørkøre, Turið S. Christansen, Óluva Jacobsen og Cecilia Eysturdal settu við tíðini 4:30.63 nýtt føroyskt met í 4×100 blandað, har metið hjá Suðuroyar Svimjifelag frá 2007 var 4:34.94. Og Magnus Jákupsson, Høgni Miné, Dánjal Hestoy og Pauli Ø. Mohr úr Havnar Svimjifelag settu við tíðini 3:32.78 nýtt føroyskt met í 4×100 frí, har metið hjá Dia Jacobsen, Eivind Eysturoy, Kristoffur Hentze og Andrassi Thomsen úr HS frá Oyggjaleikum í 2003 var 3:34.67.
Og sum sagt, so yvirsá eg eitt juniormet longu fyrsta morgunin, tá ið Høgni Miné, Óli Mortensen, Magnus Jákupsson og Bartal Hestoy svumu 4:15.95 í 4×100 blandað, har kravtíðin til at seta juniormet var 4:22.15.
Leggja vit hesi 2 føroysku metini og 2 juniormetini saman við teimum 3 juniormetunum frá í morgun, so fáa vit 2 føroysk met og 5 juniormet í dag. Í gjár vóru tey 4 føroysk pluss 9 juniormet pluss hatta eina sum eg gloymdi, ella tilsamans 6 føroysk met og 15 juniormet, til nú á Føroyameistarastevnuni og Juniormeistarastevnuni 2010.
Small States 2010
NMU 2010