Pinkubarnasvimjing økir um vandan fyri astma

Belgiskir granskarar hava staðfest leinki millum pinkubarnasvimjing og lungnasjúkuna ‘bronchiolitis’, astma og lungnaovurviðkvæmi sum hoyfepur, líka mikið um talan var um innandura ella uttandura svimjihyl. Sum ikki einaferð mest sannlíkt vegna klorið, ið nýtt verður til at sóttreinsa vatnið við. Teir viðmæla ikki at halda børnini burtur frá pinkubarnasvimjing, men heldur at umganga hyljar sum klora ógvusliga. Sovorðnir hyljar kunnu kennast aftur við at teir lukta ógvusliga av klor, og við tað at teir irritera húð, eygu og háls hjá teimum sum nýta teir. Les reuters.com

One thought on “Pinkubarnasvimjing økir um vandan fyri astma”

  1. Eg veit ikki um hetta er ein skelkandi stórur munur, men jú, klor er ikki tað allarbesta fyri lungu og hár 🙂

    “They found that of children exposed to chlorinated indoor or outdoor pools before age 2, 36 percent had a history of bronchiolitis, compared with 24 percent of their peers.”

    Úr Reuters.com

Ger viðmerking