Japanar góðkenna metið hjá Irie, líka mikið hvat FINA ger

Sambært SwimmingWorld Magazine sigur Masafumi Izumi, ‘Federation Executive Director’ í japanska svimjisambandinum, at: “Even if Irie’s world record would not be ratified by FINA, the Japanese Federation will not omit it from the Japanese record book”. Og víðari, “The position of the Japanese Federation is different from FINA. Although there are discrepancies, and we are in confusion. The Japanese Federation will have to distinguish FINA’s standard and our own standard in the ratification process”. Og sum tey eisini siga á SwimmingWorld Magazine, so kann hetta føra til tað ‘áhugaverdu’ hending, at eitt nationalt met er betri enn heimsmetið.

15 thoughts on “Japanar góðkenna metið hjá Irie, líka mikið hvat FINA ger”

  1. A ja, so fingu viðmerkjarar enn eina orsøk til at ógvast við, og spekulera í um tað er japanska svimjisambandið ella FINA sum eru ‘in confusion’. Onkur heldur at japanarar eru ignorantir, meðan onkur annar heldur at hetta eitt gott stig til at fáa skil á tað sum FINA hevur gjørt:

    “FINA’s ruling is a mess and the only way to clean it up is to take a stand and force some integrity into the suit approval process. The way the Japanese worded their announcement, they are saying that FINA is in a state of confusion, not them. They seem prepared to articulate their own suit criteria in precise terms and they are asking FINA to do the same”.

    http://www.swimmingworldmagazine.com/lane9/news/21195.asp?q=Japanese%20Swimming%20Federation%20Plans%20on%20Ratifying%20Ryosuke%20Irie%20Japanese%20Record,%20Even%20If%20Not%20Ratified%20as%20World

    1. Vónandi hava onnur svimjisambond ****** til at gera tað sama.
      Okur nærkast frælsum ítrótti, har eitt 100m met kann vera koldømt tí ov nógvur vindur var við rennarinum. Og tað er ikki nakað eg havi hug til.
      FINA lat aquablade draktirnar inn, FS I & II, nú kunnu teir ikki stoppa og fara aftur eftir. Jaked & B70 eru komnar, eitt ótal av metum eru sett og so kann tað stoppa har. FINA kann for í ólukkan finna útav at seta reglur fyri nýggjar draktir, og ikki byrja nú at fordøma tær sum longu eru góðkendar. Uppdrift hjá Jaked & B70 kann vera nýggja markið, luftlummar og hvat veit eg. Hvat skal man brúka Popov til í hesum? Hann er søga, hann var superb . Tað eru nýggjar tíðir, FINA hevur longu gjørt tað soleiðis at ein ikki kann seta Fred upp ímóti Alex. Hóðast eg persónliga haldi at Fred er betur til 50m, við ella uttan drakt, men tað er og verður bert giting, kann ikki nýtast til nakað.

      Eg tori so at siga, at Ian Thorpe ALDRIN hevði veri tann maðurin hann var uttan hansara superdrakt, og tað sama við Grant Hacket. Men at fara at samanlíkna Perkins, Hacket, Thorpe og Salnikov gevur onga meining tá ið útviklingurin við draktum nú var sum hann var beint tá.

      Eg fari óiva at samanlíkna Eyðbjørn við Pál um nøkur ár, men 100% vegleiðandi ella heilt rættvíst verður tað aldrin.
      Let’s move on ffs.

  2. Sjálvandi er Popov aktuellur í hesum kjakinum. Hvussu leingi stód hansara heimsmet í 50 frí (21,64)? ( juni 2000 til feb 2008) Og hvussu ber tad til at nú knappliga eru fleiri farnir undir hansara tíd upp á eitt ár? og enntá heilt nidur á 20,94? Treshold, Popov var/er superb. Hetta er sum at siga at DaVinci ikki var superb sum kunstnari, tí nú kunna vit gera nógv betri myndir vid hjálp av teldum og ødrum hjálpartólum. Tad er og verdur eitt verri sirkus vid hesum draktunum, og tad verdur neyvan eitt minni sirkus í framtídini. Hygg t.d eftir hvat er loyvt at svimja í eftir listanum hjá FINA. Tvs at einar alm. svimjibuksur ikki eru í lagi í dag um tær ikki eru á listanum. Og tá vit nú koma til eina kapping, so er heilt ómøguligt hjá IKKI drakt ekspertum at meta um hvat er loyvt, og hvat ikki er loyvt.

    The Speedo LZR Racer suit, the first of its type launched back in February last year, and the suit in which most of the amazing spate of over 100 world records have been set since – including those of Sullivan, Libby Trickett, and Stephanie Rice – passed the FINA tests and is on the list of approved suits.

    Og rokni vid tú leggur merki til tad eg havi boldad og tí sigi eg enn einafer Back to Basic.

    P.S Vónandi er hatta vid undanvindi til ein 100m ein mini-heilabløding…

    1. Tykur blása alt upp, sjálvandi fær eingin karantenu fyri at svimja í td. Endurance buksum.
      So stórt verður óskilið eið heldur. Hetta er ein listi sum allar fyrst er ætlaður HM í Rom, og her vantar so ótrúliga nógv enn. Og eg trúgvi ikki at tað verður so trupult at praktisera. Popov var superb, havi aldrin sagt annað, legg ikki orð í mín munn, men hann er søga, sjálvt um hann svam í tínari tíð, eg hoyri ongan rópa upp um Johnny Weismüller?. Við at strika allar draktir beint nú, so kemur ein inn í heimin hjá frælsum ítrótti, met skulu strikast fyri “undanvind” (ein metaforur, get it?)

  3. Ikki Weismüller. Skerdingin er at nú er tad eitt met sum Popov svam í svimjibuksum, eins og Weismüller. Og í dag er tad ein heildrakt sum eg metid sum teknologisk doping. Eins og tad ikki er lov at dopa seg bara eitt lítid sindur, skal tad heldur ikki vera lov at nýta draktir sum gera tíduliga mun. Og jú tad verdur alt annad líka ómøguligt at umsita. Listin er IKKI bara ætladur HM í Rom, men eisini Flot open á Toftum. Og nei eg skilji ikki handan metaforin. Undanvindur í 100m renning hevur so ótrúliga nógv at siga. Tú kansk f.eks prøva at súkla í mótvindi og undanvindi, og føla munin. So 2 m/s +/- er ein fín regla. Ella kanska skuldi eg fari mær ein túr nidan á svangaskard ein illvedursdag og sett heimsmet!!!

  4. Eg trúgvi at tað skal meira enn ein orkan til fyri at tú skal fara niður undir 10 sek í 100m renning. 🙂
    Tað eg vil fram til er, at tað skal ikki vera soleiðis at eitt heimsmet ikki skal kunna góðtakast vegna nýtslu av einari dragt, tann dragtin skal ganska einkult ikki finnast. At fara aftur eftir og strika heimsmet, er nakað lort. Men neyðugt um FINA nú skal til at strika allar draktir. Sig mær eitt heimsmet í svimjing sum er sett uttan nýggja útgerð? Tað letur seg neyvan gera.

    PS. Ikki er neyðugt hjá tær at upplæra nakran um dynamik her, eg trúgvi at øll vita um hatta 🙂 Og eg eri als ikki óeinigur um at handan reglan skal vera, tí vindurin er ikki nakað ein bara kann stýra, men FINA skal stýra draktinum, og tað er tað sum er púrasta ørt um okur fara út í strikan av metum (vegna vind/drakt)

  5. Øll metini, sum eru sett sídan feb. 2008 eru sett vegna eina dragt. Hygg t.d eftir hvussu nógv heimsmet vóru sett um ári ádrenn superdraktirnar komu, og so hvussu nógv eru sett sídan!!! Okkurt met hevdi kanska komi allíkavæl, men tídin hevdi ikki verid tann sama uttan drakt!!!! Eg eri einigur í at tad er nakad lort at fara aftureftir og strika met, men fyri mær er tad einasti møguleiki, um svimjing skal vera lív laga. Tú sigur tad nokk so væl sjálvur “Sig mær eitt heimsmet í svimjing sum er sett uttan nýggja útgerð? Tað letur seg neyvan gera.” Eg kann seta ein sera einfaldan spurning sum tú kanst svara mær uppá . Hví skula vit hava draktirnar?

    1. Eg vildi fegin at tær allar vóru brendar, men trupuleikin er tann, at tær eru longu vornar ein fastur partur av okkara ítrótt, og eg tosi ikki bara um LZR og tað sum kom seinni. FS I & II eiga sera sera nógv met. Eg trúgvi tíverri at okur rena okon í nógv størri trupuleikar um okur nú forbjóðan teimun, okur koma at missa eina heimsumfatandi generatión av svimjarum, kanska ikki allar, men eg trúgvi at so gott sum øll heimselitan er burtur innan stutta tíð. Hartil er motivatiónin um eina supertíð ein so umráðandi partur av svimjingini, og at feiga hana burtur kemur at merkast.

      1. Hetta er eitt kolonormt problem, at t.d. hasin spanski firvaldasvimjarin knappliga veit, at tað kemur at taka í øllum førum ár at koma niður á somu tíðir aftur. Tað tímir eingin at bíða eftir. Og eg eri bangin fyri at tað kann vera langt niður í rekkjurnar, at vit fara at síggja hendan trupulleikan. Eitt sum hevur endurtikið seg her í seinastuni, er jú at tað eru serliga tey yngstu sum knappliga eru blivin nógv betri.

  6. Ok so eru vit sum so einigir onkustadni. Men man kann eisini fáa eina supertíd vid at lata seg í svimjiføtur og brúka elastik, men tad hevur sum so einki vid svimjing at gera, og rokni ikki vid at fólk, eftir at hava svomid 16,0 vid svimjiføtrum og elastik missa móti tá tey lata seg úr. Dugi ikki at síggja hví heimselitan skal detta burtur av tí. Ein og hvør sær at tad er draktirnar sum standan sum høvdusgrund fyri hesum villu forbetringunum, og tá man ikki vera so ringt at blakad tær vekk (brenna tær) og so síggja tad stóra í at vera madur móti tídini, og ikki sum nú bestu drakt.
    Ópopulerar avgerdir muga takast, og kanska eisini avgerdir sum ikki geva so nógva meining her og nú. Møguliga skrúda metini aftur til pre LZR, og so seta hesar tídirnar til heimsmet. Og so framyvir bannad øllum draktum. Hvat so vid teimum tídunum sum eru settar ádrenn feb 2008 í Fast Skin osfr? Ja tad er bara nakad man má takad vid, men sum ikki gevur meining, men onkustadni má man seta markid. Og vit kunna eisini siga at tídirnar vid Fast Skin osfr eru langt frá so revolutionerandi sum tídirnar vid eitt nú jaked oø.

  7. Trupuleiki sum eg síggi hann, er at FINA neyvan (99,9% sikkurt) fer at nærta við heimsmetini sum eru sett í B70, J01, LZR ella what ever. Og har máli eg kanska hin onda á veggin, men tíverri trúgvi eg at tað endar soleiðis. Heimselitan er neyvan samansett av so nógvum “monnum” sum vilja vera menn ímóti tíðunum, tað hava teir neyvan tíð ella rá til. Her er bert úrslit sum telja, tað vita okur øll. Eg kenni so ongan sum ikki hevði mist nógva, um ikki alla vón og motivatión, og har ímillum eru onkur sum er størri enn nakar annar ítróttarmaður í Føroyum.

  8. Um motivatiónin einans er at fáa eina supertíd ódansæd hvat, so er fult av mátum at klára tad uppá (medisinsk doping sigst vera so gott). Og um eitt menniskja ikki skilir at tad er grunda á eina pill býtt drakt at tídirnar fara raplandi nidureftir sum ongantíd fyrr, so rokni eg ikki vid vegurin til medisinska doping er so langur heldur. Vit sódu t.d Ben Johnson renna eina ótrúliga tíd á sinni. Men tad gjørdi ikki at elitan gavst vid at renna 100m av tí grund. Fólk vistu at hann ikki var komin til tídina sum onnur fólk, men tí hann eisini var dopadur. Og tí rokni eg ikki vid at nakar fer at missa motivatiónina, bara tí FINA og vit onnur koma til fornuft og siga at hetta ber ikki til og at tídir, sum eru setta í dopingdraktum vera strikadar.
    Og takad vit hina síduna av sakini, so er elitan eitt, men hvat so vid fjøldini? Øll hava nokk ikki rád til hesar draktir, og eg rokni heldur vid at hesi fara at missa motivatiónina, tá sídumadurin hevur drakt og hesin onga. Og enn longur, so sódu vit til OL at Jeanette Ottesen og Jacob Ankjær brutu kontraktina vid Arena, tí at tey sódu, at um man skuldi vera vid so mátti man vera í LZR.

    Um nú øll innanfyri svimjiheimin síggja ljósid (at bannad øllum draktum og (møguliga) strika metini) fáá vit aftur okkara reina ítrótt, har tad er besti madur sum vinnur, og nokk eisini einaferd í framtídini fer at seta heimsmet uttan teknologisk doping!!!

    1. Eg veit ikki hví tú bert hugsar út handan vegin, um onkur vil fáa ein super tíð óðansæð hvat, so er tað líti og einki eg ,tú ella FINA kunnu gera við tað. Og at brúka Ben J. í hesum er ikki akkurát so gott, tí hansara fantom tíð var sletta beinan vegin, og hann var burturvístur beinan vegin. Her rakar tú akkurát essens av trupuleikanum, FINA slettar onga tíð sum er góðkend, hvar skal tað so stoppa? Alt eg sigi her, er basera út frá at FINA nettup ikki slettar nakra tíð, her kemur eingin “100m viðvindur” og tí eri eg bangin fyri at rúka draktirnar, so missa okur so nógv meira enn tær. Tí ja, draktirnar hjálpa jú so nógv, tað ivast eingin í.

  9. Eg, tú og FINA kunna gera tad ólóligt at brúka draktir, sum tíduliga hjálpa, eins og medisinsk doping heldur ikki er loyvd! Men argumenti fyri at svimjarar missa motivatiónina um draktirnar vera bannadar tí so svimja tey ikki líka skjótt longur er jú just tad sama sum vid Ben J. At hansara tíd bleiv strika, vikar ikki vid tad fakta at hann rann tídina. Og ja tídarfaktorurin spælir inn, men skal tad vera nakar møguleiki fyri at svimjing sum vit kenna tad skal yvirliva, so er tad nakad sum má gerdast.
    Jón eg haldi at tad sum gerd at vit kunna blíva vid at diskutera er at eg snakkid útfrá hvussu eg hevdi ynskt (og síggji sum einasta møguleika) tad skuldi verid, og tú tosar útfrá tí fakta at FINA ikki gerd nakad vid málid. Og tí kunna vit ikki blíva samdir í hesum.
    Eg vil helst stedga skridulopinum og berda steinarnar nidanaftur har teir hoyra heima, medan tú sært tad fakta at teir ikki vera bordnir nidanaftur, og argumenterar harfrá.

  10. Waait, waait… hesu ferð er tað SwimmingWorld Magazine sum ber tíðindini, og ikki SwimNews 🙂

    Franski “technical director” Christian Donze sigur sambært SwimmingWorld Magazine, at fraklendingar kunnu finna uppá at gera sum japanarar, og góðkenna skjótari national met enn heimsmetini, um altso FINA kolldømir teirra heimsmet.

    Hann sigur eisini, at tey ætla at kæra avgerðina hjá FINA, um FINA velur at avvísa metini. Grundgevingin er at tey ikki kundu fáa ein lista yvir bannaðar draktir, hóast tey bóðu um ein til fronsku meistarastevnuna í Montpellier.

    Og so kritiserar hann FINA, fyri at koma so seint við listanum, vísandi til at fronsku svimjararnir her 2 mánaðir undan heimsmeistarastevnuna ikki vita, hvat teir skulu fara í í Rom.

Ger viðmerking