Craig Lord fegnast um avgerðina í gjár

Tað eru væl góð tíðindi, eftir at hann hevur verið í hernað ímótu draktunuml, serliga síðani EM í Rijeka. Hann heldur í greinini her ikki at vit eru komin á mál, men at FINA hevur tikið eitt avgerðandi stig, til at sleppa av við “performance-enhancing devices”. Hann endurgevur eisini avstalska høvuðsvenjaran Alan Thompson fyri at hetta er betri enn einki, og venjaran hjá Eamon Sullivan fyri at siga at Rom verður “a little bit fairer”. Opinbart sigur Arena eisini at hetta er “after all, a good day for the sport of swimming”, eisini hóast teirra X-Glide í fyrstu atløgu varð kolldømd. Men so kann hann ikki lata verða við at leggja eftir fólki á netinum, fyri at pástanda at Craig Lord og SwimNews eru í lummanum á Arena, og fyri at insinuera at kona Lord var partur av eysturtýsku dopingini á sinni.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.