Italiumenn ætla at brúka J01 á úttøkustevnuni komandi vikuskifti

Hóast FINA fyribils hevur kolldømt Jaked J01 superdraktina, so fer italska svimjisambandið allíkavæl sambært SwimNews.com at loyva nýtslu av hesi drakt, á HM úttøkustevnuni hjá teimum, komandi vikuskifti. Hetta til at vísa virðing fyri svimjarum, liðum og framleiðarum, og teimum íløgum sum familjur hava gjørt upp undir úttøkustevnuna. Til at umganga enn meira forvirring runt evnið, og til at tryggja eina so ‘fair’ kapping sum gjørligt. Tja, mær nýtist nokk ikki at siga, at Lord er misnøgdur.

9 thoughts on “Italiumenn ætla at brúka J01 á úttøkustevnuni komandi vikuskifti”

  1. “Italy risks being suspended for actively breaking the rules of FINA”, sigur ein kelda hjá SwimNews, og Craig Lord sigur so sjálvur at “There is precedent and provision in the rule book for suspending whole nations”. Altso, tað er opinbart komið fyri, at FINA hevur bannað eini heilari svimjitjóð.

    Har er opinbart totalt kaos í Italia, eisini tí at formaðurin í italska svimjisambandinum Paolo Barelli nú krevur at stjórarnir fyri heimsmeistarastevnuna í Rom verða uppsagdir, vegna makt-misnýtslu í sambandi við hvussu og hvar heimsmeistarastevnan verður fyriskipað.

    Men altso, fyristillið tykkum um verturin fyri heimsmeistarastevnuna verður útilokaður, og stjórarnir hartil uppsagdir her beint upp undir stevnuna …

  2. Enn ein góð viðmerking á swimmingworldmagazine.com

    “It’s just inexcusable that a sport could cause this kind of self-inflicted wound. To allow swimmers to use suits in major worldwide competitions for over a year, then retroactively outlaw them is beyond the pale. Either the entire FINA Commission was asleep at the wheel, or they are incompetent. Swimming deserves better leadership. Before this is over, swimming will suffer it’s first corporate scandal.”

    1. Tað er vandi fyri at háttanin við at stovna eitt nýtt altjóða svimjisamband ikki doyr burtur. Mustafa og hansara “mafialíknandi sleng” fáa sikkurt fótin í afturpartin skjótt.

  3. Maðurin er klárur til lukkaðu… beint nú.
    Tí nú ivist eg ikki í, at hann bert er slaturjournalist, og als einki følir fyri svimjing.

    1. Eg haldi eisini at Craig Lord í løtuni arbeiðir meira fyri seg sjálvan, og fyri at rættvísgera seg sjálvan, enn til frama fyri svimjingina. Og tá ið hann fer ‘út á tangentin’, tí at onkur dittar sær at tala at tí sum hann sigur, tá er hann av álvara langt úti. Hasin Hawke vardi jú í prinsippinum bara svimjara sín Bousquet, tí at Lord var so óluksáliga persónligur í sínari skriving ímóti Bousquet, og Lord reagerar so við at gerast enn meira persónligur inn á Hawke. Einki serliga professionelt í mínari verð.

      Men tá ið tað er sagt, so angri eg eitt sindur orðingina hjá mær, í hesari viðmerkingini hjá mær um at “FINA kann banna Italia“. Tí skrivingin hjá Craig Lord var eftir øllum at døma ikki bara hansara egnu spekulatiónir, men meira eitt referat úr italsku pressuni. “The day after we heard of an official defiance of FINA suit rules, the Italian press is awash with tales of the war that has broken out in the ranks of Roma 2009”. Trupulleikin við øllum mínum referensum til Craig Lord, er at eg lesi enskt so óluksáliga nógv betri enn italskt :’-)

      Og SO kemur tað avgerandi problemið, viðvíkjandi støðuna beint nú, at tað finnast so óluksáliga nógv fleiri slatur-journalistar, sum sleppa framat teimum stóru miðlunum, enn fólk sum føla nakað fyri svimjingina. Tí mugu teir takast í álvara, líka mikið hvussu langt út teir fara. Eg trúgvi ikki at svimjingin sjálv kann finna útav at rætta hesa søguna upp aftur í miðlunum, uttan so at vit eiga ein veruligan ‘spin-doktara’ innan egnu rekkjur, ella kunnu skaffa okkum ein.

  4. Aftur ein søga hjá Craig Lord. Og áðrenn vit øll øsa okkum inn á hann aftur, so haldi eg at vit skulu líka leggja merkis til hvussu stjórin á Jaked orðar seg, havandi í huga at hetta er ein vinnulívsmaður, og ein av stóru sponsorunum innan svimjing, sum m.a. sponsorerar italska landsliðið:

    The frustration of Jaked rests in the continued presence of the Speedo LZR in the water. “What’s happened is very strange,” says Fabbrica. “As a man, I’m dismayed. As the boss of a company, I’m shaking with anger. We have invested to create and develop our suit.”

    http://www.swimnews.com/news/view/6877

  5. SwimmingWorld veit at siga, at FINA fer ikki at kolldøma Italia fyri at brúka Jaked og líknandi, men fer hinvegin heldur ikki at kunna góðtaka nakað møguligt heimsmet í teimum:

    FINA explained that Italy had full authority regarding its own selection procedures, but that any world-record times swum in unapproved suits would not be ratified

    http://www.swimmingworldmagazine.com/lane9/news/21238.asp?q=FINA%20Officially%20Responds%20to%20Italian%20Swimming%20Federation;%20Softens%20Stance

  6. Told you so ella okkurt 😉

    Okur sita nú strandaðir í Kbh.
    Cph – Barcelona útsett fyribils í ein tíma…
    So er tíð til “spæla” við teldu 😉

Ger viðmerking