Pál og Jón hava longu skrivað søgu

Tað er ringt at samanbera svimjing og fótbólt; men um tit fyristilla tykkum at har var onkur árlig ‘donsk meistarakapping’ í fótbólti, har øll tey bestu feløgini og landsliðið møttu, og føroyska ungdómslandsliðið so eisini valdi at møta og vann á øllum uttan tí allarbesta, við einum avriki sum øll vóru samd um kundi mátast 100% til at vera betri avrik enn nakað danskt ungdómslandslið nakrantíð hevði avrikað. Og har vit enntá vunnu 0-8 á danska ungdómslandsliðnum. So eru tit á leið har sum Pál var týsdagin.

Vit kunnu leita eftir umberingum til danir, men teir nytta einki. Onkrir einstakir danskir svimjarar hava kanska hægri mál, og luttaka tí hóast teir eru í tungari venjing; men Pál er í minst líka tungari venjing. Koyr uppí hasa søguna um ungdómslandsliðið, at teir vandu so hart millum morgun- og kvøld-dystir, at teirra kappingarneytar stóðu sum kánus og hugdu at. 5 x 200 frí í eini seriu upp á 3000 metrar í eini venjing upp á 8000 metrar, við eini ferð hvønn 200 sum bara nakrir heilt føroyingar yvirhøvur hava klárað bara éina ferð. Eg kann garantera tykkum at danir hava hugt upp á klokkuna og hugsað “oh my god”; tí klokkan lýgur ongantíð.

Koyr so uppí søguna at Pál ikki hevur nakran kjans at venja í sama slag hyli í Føroyum sum tey brúka her til DM, og at tað faktiskt hevur alstóran týdning. Tú kanst á ongan hátt simulera hvussu tað følist at skula svimja 50 metrar, um tú bara hevur ein 25 metra hyl. Og har er einki annað sum minnir um; eingin tilfeldigur grasvøllur sum man kann spæla er fótbóltsvøllur eina løtu. Heimsstjørnurnar eru typiskt annaðhvørt stjørnur í 25 metra hyli ella í 50 metra hyli, men Pál hevur bukað danirnar í báðum. Um enn hann er betri í 25.

Koyr eisini uppí at tær donsku legendur sum Pál er uppi í móti, ikki ‘bara’ seinni vórðu evropameistarar, men eisini heimsmeistarar, í júst somu grein sum Pál bukaði teir í. Og at teir tá settu danska juniormetið undir optimalum umstøðum – í eini topping á onkrari stimulerandi stevnu – meðan Pál ‘bara’ brúkar hesa stevnu sum venjing fram í móti evropeisku juniorstevnuni, uttan veruliga niðurtrapping, og enntá við hørðum venjingum millum sínar morgun- og kvøld-kappingar. Og at teir 400 frí (í øllum førum til nú) ikki er hansara sergrein, men bara nakað sum hann er góður til tí at tað sum hann er betri til, 800 og 1500, eru greinar sum minna nógv um.

Hjá mær er eingin ivi: Pál hevur longu skrivað søgu. Tað kann væl vera at søgan verður enn betri í kvøld, tá ið hann svimur eina grein sum hann á pappírinum er enn betri til enn teir 400; men um tað so kiksar, so hevur hann sligið danirnar ein so dyggan frammaná, á teirra heimabana. Hetta hóast teir hava elitesentur og Team Danmark og avstralskan supervenjara og hæddarlegu í USA, meðan hann ‘bara’ hevur svimjihylin og felagið í Vági, umframt tær kappingar sum Svimjisambandið nú einaferð hevur ráð at senda hann til. Har er einki við at ‘ja ja, hann hevur jú vant í USA alt ár’, ella nakað sovorðið.

Nei, tað eru hann og Jón, aftur og fram, 25 metrar eftir 25 metrar, í áravís. Og liðfelagarnir sum sikkurt hava sítt dýra stríð við at fáa sítt annars sera høga støði at hóska til hetta heimsstøði. At geva honum pláss og ta kapping sum tey nú yvirhøvur kunnu kroysta burtur úr sær, í venjingini. Og ja, liðfelagarnir gera tað jú á ongan hátt illa heldur, nú í DK. Danir hildu at tað var flott at vit kundu framleiða Elspu, men nú spríkir upp allastaðni. Og Jón… eg kann bara fyristillað mær hvussu lekkurt tað má vera at ganga har á kantinum í DK, eitt sindur kontroversiellur eisini millum danir, og so vísa teimum hetta.

Eg eri ‘flabbergasted’, fyri at brúka eitt løgið enskt orð. Og tað er ein frálík kensla at vita sær, at líka mikið hvussu tað nú gongur á DM og EJM, so verður søgan allíkavæl ongantíð tann sama aftur. Vit fara at tosa um Pál um 20 ár, líka mikið um hetta bara var byrjanin, ella endin, og líka mikið um onnur koma til seinni ella ei. Um vit ongantíð fáa ein Pál aftur, so stendur tað tó so rimmarfast, at hann í 2008 fór niður og bukaði danirnar í 400 frí. Um vit fáa nógv afturat honum sum gera tað enn betri, so var tað tó so Pál (og Jón) sum byrjaðu tað heila. Tann einasti máti sum hetta her DM í veruleikanum kann ‘gloymast’, er um tað vísir seg sum vit væl øll vóna, at hava verið bara enn eitt stev á leiðini hjá honum til heimsstøði.

Til lukku Pál, Jón og Susvim. Tit hava gjørt tað gott.

Ger viðmerking