Nú bragdaði í Windsor

Føroysku svimjararnir royndu seg aftur í dag á HM á stuttgeil 2016, og gekk tað væl betri enn í gjár. Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag setti persónligt met í 200 frí, umframt at Sára Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag setti føroyskt juniormet í 100 frí.



Óli var fyrstur at royna seg, í innleiðandi riðlunum í 200 frí. Hann lá til at verða ein av teimum skjótastu í riðlinum, men reyk eitt sindur afturum beinanvegin í startinum, fyri síðani at inn aftur í kappingina. Tíðin 1:51.12 er nýtt persónligt met hjá Óla, i mun til hansara 1:51.19 frá stevnu í Svøríki í oktober.

Síðani royndi Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag seg, og var tann svimjingin eitt sindur sum vit kenna hann, at hann svimur stútt allan vegin, heldur enn at eiga ein byrjunar- ella endaspurt. Tíðin 1:50.69 er umleið har sum hon plagar at vera, nú hann fyrst og fremst venur ímóti longri teinum. 

Pál endaði sum nr 62 av 106 í 200 frí fyri menn, og Óli sum nr 64. Pál eigur føroyska metið á 1:46.61, frá EM á stuttgeil í Kroatia, heilt afturi í 2008.

At enda var tað so Sára Ryggshamar Nysted sum royndi seg í 100 frí, og megnaði hon har at seta stórt nýtt føroyskt juniormet við tíðini 57.43 sekund. Guðrun Mortensen átti nú farna juniormetið á 57.62, frá FM á stuttgeil í 2013, meðan Elspa Mørkøre eigur føroyska metið á 57.41, frá DM á stuttgeil í 2007.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.