Úrslit frá BankNordik-stevnuni í Vági hin 5. oktober 2013

Viðfestur er úrslitalistin frá BankNordik-stevnuni í Vági, sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri í dag, leygardagin hin 5. oktober 2013. Tey heilsa at tey eldru virkaðu eitt sindur ‘tung’, men at tó var óført hjá serliga teimum yngru at síggja og svimja ímóti Páli. Og grønlendararnir kláraðu seg bara væl, við fleiri ferðir at svimja seg upp til 2. og 3. pláss.

The swim pool in Vági

Startlisti til BankNordik-stevnu í Vági hin 5. oktober 2013

Viðfestur er startlistin til BankNordik-stevnu í Vági í dag, leygardagin hin 5. oktober 2013. Tey sum kappast eru úr Reysti, Havnar Svimjifelag og Suðuroyar Svimjifelag, og hartil rættiliga áhugavert einir 10 ungir svimjarar úr Naluttartut Klubbiat í Nuuk í Grønlandi. Naluttartut Klubbiat er einasta svimjifelag í Grønlandi, stovnað í 2003, og hetta er so vítt vit vita (ella minnast) fyrstu ferð yvirhøvur at grønlendingar hava vitjað okkum í svimjiørindum.

Ein annar prominentur luttakari er Pál Joensen, sum er heima eitt svipp. Hann er tilmeldaður til 16 kappingar, og fer óivað at klára seg ókey bæði ímóti føroyingum og grønlendingum.

Swim meet in Vági today

Innbjóðing til BankNordik stevnu í Vági hin 5. oktober 2013

Viðfest er innbjóðing frá Suðuroyar Svimjifelag, til svimjistevnu í Vági nú leygardagin hin 5. oktober 2013. Stevnan verður fyriskipað so at til ber at sigla av Havnini kl 7 leygarmorgunin og norður aftur kl 18:30, og umfatar allar einstaklingakappingar undantikið 800 og 1500 frí. Hartil verður kappast í 4×50 blandað og frí ‘mix’.

The swim pool in Vági