Draktin hjá japanska Irie fleyt ov væl

Japanski Ryosuke Irie svam herfyri undir heimsmet í 200 rygg í buksum sum fyrst vórðu hildnar at vera av slagnum Arena X-glide, men sum nú vísir seg at hava verið eitt nýtt slag av Descente buksum. Hesar hava so verið til test hjá FINA nú, men eru sambært SwimNews og Descente fyribils kolldømdar, av tí at tær flóta ov væl. Irie vónar sjálvsagt at heimsmetið verður góðkent allíkavæl, men hugsar annars fram til HM í Rom, har hann ætlar sær at vinna heiðursmerki og seta heimsmet av nýggjum.