Einasta ikki-tilvildarliga við hesari video var, at dótturin Annika luttekur í riðlinum 🙂
Tag: Reka stevna 2009
Jarmund! Jarmund!
Hyperaktivi speakarin hjá leirvíkingum fekk tað geniala hugskot, at loyva øllum svimjarunum at leypa útí í einari pausu – ‘og um tit fáa okkurt foreldur við útí, so er tað bara stuttligari’. Veit ikki um Jarmund er pápi… men tað sóu vit onnur so glaðiliga burtur frá, afturfyri sjálvi at sleppa undan …
Úrslit frá Silva Cup í dag
Viðfestur er úrslitalistin frá Silva Cup hjá Reka í Leirvík í dag, umframt RE-fílan til hagtalsbrúk. Samlaða úrslitið varð (við fyrivarni… talt í hond…) at HS vann stevnuna við 12 gull, 6 silvur og 11 bronsuheiðursmerkjum, meðan FS varð nr 2 við 11 gull, 6 silvur og 6 bronsu, og SuSvim varð nr 3 við 7 gull, 8 silvur og 8 bronsu.
Felag | Gull | Silvur | Bronsa |
---|---|---|---|
Havnar Svimjifelag | 12 | 6 | 11 |
Fuglafjarðar Svimjifelag | 11 | 6 | 6 |
Suðuroyar Svimjifelag | 7 | 8 | 8 |
Svimjifelagið Reki | 4 | 8 | 2 |
Ægir | 4 | 7 | 6 |
Svimjifelagið FLOT | 2 |
Myndir frá Silva Cup í dag
Her eru nakrar myndir sum eg tók á svimjistevnuni hjá Reka í Leirvík í dag. Fínar greiðir stevna, við nóógvum luttakarum…
Startlistin til Silva Cup 2009 klárur
Ólavur hevur júst sent út viðfesta startlista og tíðarætlan, til Silva Cup stevnuna í Leirvík í dag. Tey byrja við upphiting í hylinum kl 13, og kappingin byrjar so kl 13:45. Eftir ætlan verða tey liðug umleið kl 18:25 í dag.
Innbjóðing til Reka stevnu 24. oktober 2009
“Leirvíkar svimjifelag Reki bjóðar øllum svimjarum í bólk 2 og 3 til svimjistevnu í Leirvík tann 24. Oktober 2009. Vit hava avgjørt at býta bólk 3 hjá dreingjum í tvey, so at 1999 og yngri svimja í einum bólki, ið vit kalla 4. Kappast verður á 16 og 33 og 66 metrar teininum. Kappingin er opin, men úrslitini verða bólkabýtt.”
Les meira í viðfestu innbjóðing. Tilmeldingarfílan kemur ein av fyrstu døgunum, heilsa tey úr Leirvík.