Pál, Frans og Magnus úttiknir til Great Danes liðið 2014-2015

Danska Svimjisambandið kunngjørdi í dag Great Danes liðið fyri svimjiárið 2014 og 2015, sum er teirra roynd at styrkja um harrasíðuna av danskari svimjing. Millum teir 11 útnevndu eru 3 føroyingar: Frans Johannesen, Magnus Jákupsson og Pál Joensen.

(Magnus, Frans og Pál á Danish Open 2012. René Thomsen eigur myndina)
Continue reading Pál, Frans og Magnus úttiknir til Great Danes liðið 2014-2015

Dagur & Vika 4. sep. 2014 um móttøku av Páli aftaná EM í Berlin

Innslag í tíðindasendingini Degi og Viku hjá Kringvarpi Føroya hin 4. september 2014, um móttøku av Páli hin 3. september 2014, aftaná EM í Berlin. Tosað verður eisini við Pál í langhylinum sum er í um at verða liðugur í Vági. Sí kvf.fo

Merkisverd úrslit og met hjá Páli Joensen

Pál Joensen hevur sum kunnugt vunnið mangt eitt heiðursmerki eftirhondini, og eg setti meg tí at samanfata tey á éin lista, at lesa upp á móttøkuni í Vági.

Niðasta barrin er sett við heiðursmerki á stevnum sum Reykjavík International og Bergen Swim Festival, og í sambandi við Oyggjaleikir leyp eg um at nevnda hvørjar greinirnar vóru.
Continue reading Merkisverd úrslit og met hjá Páli Joensen

Vit heiðra Páli fyri brøgd hansara í Berlin

Fráboðan frá SSF: Móttøka fyri Páli Joensen 3. september 2014

Pál Joensen vann sum kunnugt tvey silvurheiðursmerki á EvropaMeistarastevnu í Berlin herfyri, og vilja vit tí at heiðra honum við móttøkum í Havn og í Vági.

DSC02500
Continue reading Vit heiðra Páli fyri brøgd hansara í Berlin

Pál klárur til HM í Kazan 2015

Eitt sum vit kanska ikki hava fingið nóg væl fram her í leypi av EM í Berlin, er at Pál Joensen við sínum úrslitum har hevur kvalifiserað seg til næstkomandi HeimsMeistarastevnu á langgeil, sum verður í Kazan í Russlandi hin 2. til 9. august 2015. Eitt týðandi stig, tí at tann stevnan mest sannlíkt er besti møguleiki til at klára kravtíð til OL í Rio 2016.


Continue reading Pál klárur til HM í Kazan 2015

Føroyar gjørdust nr 15 av 45 tjóðum

Føroyar komu á heiðursmerkjatalvuna á Evropeisku Meistarastevnuni í Berlin, takka verið silvurmerkini hjá Páli Joensen. Endaliga úrslitið varð, at Føroyar, við tveimum silvurmerkjum, gjørdust nr 15 av 45 luttakandi tjóðum. Stórabretland vann flest heiðursmerkir framman fyri Danmark og Ungarn. Her er endaliga støðan av svimjikappingini.
Continue reading Føroyar gjørdust nr 15 av 45 tjóðum