Pál klárur til HM í Kazan 2015

Eitt sum vit kanska ikki hava fingið nóg væl fram her í leypi av EM í Berlin, er at Pál Joensen við sínum úrslitum har hevur kvalifiserað seg til næstkomandi HeimsMeistarastevnu á langgeil, sum verður í Kazan í Russlandi hin 2. til 9. august 2015. Eitt týðandi stig, tí at tann stevnan mest sannlíkt er besti møguleiki til at klára kravtíð til OL í Rio 2016.



Áðrenn tað er tað HeimsMeistarastevnan á stuttgeil nú í vetur, sum verður í Doha í Qatar hin 3. til 7. desember 2014. Ein stevna sum hóast hon er ein heimsmeistarastevna, ikki hevur somu prestigu sum tann í Kazan, av tí talan er um ta fyri OL í Rio so gott sum óviðkomandi stuttgeil. Og sum tí heldur ikki ikki hevur kravtíðir ásettar av FINA.

Men Kazan 2015 hevur kravtíðir, ið ikki eru so heilt lítið krevjandi. Ein mannligur svimjari skal til dømis klára 8:14.41 í 800 frí og 15:45.97 í 1500 frí, um landið bara sendir éin svimjara í viðkomandi grein til Kazan. Og ávíkavist 7:57.69 og 15:13.98, um landið vil senda tveir.

Kravtíðarskeiðið er frá 1. mars 2014 til 23. juli 2015, og Pál kláraði sum kunnugt 7:48.49 í 800 frí og 14:50.59 í 1500 frí, nú á EM 2014 í Berlin. So hann er væl og virðiliga kvalifiseraður til Kazan, longu nú eitt fult ár áðrenn ta stevnuna. Hann hevur faktiskt eisini klárað kravtíð í 400 metra frísvimjing, við tíðini 3:50.41 frá Mare Nostrum stevnuni í Monaco í juni mánaða.

Pál luttekur sum kunnugt fyri Føroyar á heimsmeistarastevnum, og tað eru tí bara vit í starvsnevndini hjá SSF sum kunnu áseta harðari kravtíðir enn tær frá altjóða svimjisambandinum FINA, um tað yvirhøvur skuldi verið neyðugt. Tað er lítið hugsandi, og Pál kann tí trygt leggja sínar venjing til rættis fram ímóti HM í Kazan, uttan at skula hugsa um at klára kravtíð á Danish Open 2015 ella líknandi.

Til samanberingar eru kravtíðirnar hjá danska svimjisambandinum til HM 2015 eitt sindur harðari enn tær løttu ‘B-kravtíðirnar’ frá FINA, sum FINA loyvir um landið bara sendir éin svimjari at svimja viðkomandi grein, og eitt sindur lættari enn tær harðaru ‘A-kravtíðirnar’ hjá FINA, sum eru um landið vil senda tveir svimjarar. Og her krevja danir hartil at tíðin skal røkkast annaðhvørt á farna EM í Berlin 2014, ella á Danish Open hin 28. – 31. mars 2015.

Um nú Pál var dani, so hevði hann altso nú (væl og virðiliga) kvalifiserað seg til HM í Kazan í 1500 metra frísvimjing, men ikki í 400 metra frísvimjing. Tað seinna tí hann ikki luttók í 400 frí á EM í Berlin, og hóast alt ikki svam so skjótt teir fyrstu 400 metrarnar í 800 ella 1500 frí. 800 metra frísvimjing er slettis ikki eitt val hjá dønum fyri menn, av tí at tann greinin ikki er kappingargrein á OL í Rio.

Men Pál er ikki dani, og einasti mannligi svimjari hjá dønum sum hevur klárað kravtíð til HM í Kazan er tí so vítt eg veit Viktor B. Bromer, sum nú á EM í Berlin vann gull í 200 metra firvaldasvimjing, við tíðini 1:55.29 har kravtíðin hjá dønum til HM í Kazan er 1:57.20. Anders Lie var rímiliga nær við í 200 frí, við tíðini 1:48.83 har kravtíðin er 1:48.39, og við 3:50.62 í 400 frí har kravtíðin er 3:50.21. Mads Glæsner svam 3:51.40 og 17. bestu tíð í 400 metra frísvimjing nú á EM í Berlin, og annars einki annað.

Danir hava hartil eitt krav um at svimjararnir skulu prógva “proof of race fitness”, síðstu 6 mánaðirnar upp undir HM í Kazan 2015, og eingin danskur svimjari er tí 100% tryggur enn, at sleppa við til Kazan. Men hjá serliga donsku kvinnunum er tað væl at rokna sum ein ‘forms-sak’, at prógva sítt virði tá einaferð á vári 2015.

Føroysku kravtíðirnar eru ikki ásettar enn, og tað kundi tí í teoriini hent, at tær blivu harðari enn tað sum Pál megnaði á EM í Berlin, tá ið hann nú mest sannlíkt endaði langgeila-kappingarárið 2015 við fjórbestu tíð í heiminum. Men tað er heilt og aldeilis hypotetiskt, vurderi eg ! 🙂

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.