Alvi Hjelm svam seg í kvøld til silvursheiðursmerki á Norðurlendsku Meistarastevnuni 2014, tá ið hann í høllini í Upplands Väsby svam teinin uppá 15:40.69. Norski Ole Martin Bjørlykke vann kappingina við tíðini 15:11.11, meðan svenski Christopher Jedel vann bronsu við tíðini 15:42.99.
Úrslit hjá føroysku finalistunum í kvøld
- Emma Festirstein Nyström 2:08.55 og nr 8 í 200 frí
- Ásbjørg Hjelm 1:15.01 og nr 8 í 100 bringu
- Signhild Joensen 1:05.34 og nr 6 í 100 rygg
- Marius Ihlen Gardshodn 1:01.30 og nr 8 í 100 rygg
- Eyðbjørn Joensen 25.26 og nr 7 í 50 firvald
- Ásbjørg Hjelm 2:31.60 og nr 8 í 200 blandað
- Alvi Hjelm 15:40.69 og nr 2 í 1500 frí
Hartil luttóku tær fýra Lív E. Eidesgaard, Signhild Joensen, Barbara Debes og Jana Thomsen í 4×100 frí, har tær tó av einhvørjari orsøk vórðu kolldømdar.
Øll úrslit frá finalunum í kvøld kunnu síggjast her á livetiming.se