Tað gjørdist til 8 persónlig met, 2 landsliðsmet og 1 juniormet, nú teir fimm føroysku luttakararnir kappaðust tilsamans 17 ferðir á norðurlendsku juniormeistarastevnuni í Bergen. Astrið Foldarskarð hevði eina serliga góða kapping, har hon betraði seg í øllum tí sum hon luttók í, meðan tað gekk eitt sindur upp og niður hjá hinum. Birita Debes betraði um sítt føroyska juniormet í 200 rygg, við at svimja 2:23.67 har hon á Oyggjaleikum á Álandi í summar svam 2:26.27. Og tær fýra genturnar settu tvær ferðir juniorlandsliðsmet.
Continue reading Birita juniormet í 200 rygg
Tag: njm 2009
NJM í Bergen byrjar stillisliga fyri føroyingar
Bjarni M. Petersen betraði seg 2 hundraðpartar í 100 frí, Astrið Foldarskarð 1 sekund í 100 frí, og Monika Biskopstø yvir 5 sekund í 200 firvald. Men hetta vóru ikki tíðir nær juniormetunum, og Poula Ø. Mohr sum eigur juniormetið í 100 frí hjá kvinnum fór tíverri hinvegin, við at svimja 1:01.01 har juniormetið hjá henni er 59.38. Um eina løtu svimja genturnar 4×100 blandað, og so er pausa til kl 16:00 føroyska tíð. Til ber at fylgja við og síggja yvirlit yvir føroysku úrslitini á www.svimjing.com/live
Continue reading NJM í Bergen byrjar stillisliga fyri føroyingar
Stór avbjóðing fyri føroyskar juniorsvimjarar
SSF tíðindaskriv um NJM 2009
Norðurlendska juniormeistarastevnan í svimjing verður í Bergen nú 5. til 6. desember 2009, við luttøku av millum øðrum fimm føroyskum svimjarum. Talan er um eina árliga kapping millum Føroyar, Ísland, Danmark, Noregi, Svøríki, Finnlandi og Estlandi, fyri svimjarar sum hava aldur til evropeisku juniormeistarastevnuna, komandi summar.
Continue reading Stór avbjóðing fyri føroyskar juniorsvimjarar
NJM liðið farið til Noregs í morgun
Norðurlendsk juniormeistarastevna er sum kunnugt hetta vikuskiftið í Bergen, og okkara fimm luttakarar fóru tí við flúgvaranum longu í morgun, at koma fram í rímiliga góðari tíð. Svimjararnir eru Astrið Foldarskarð og Birita Debes úr Svimjifelagnum FLOT, Poula Ø. Mohr úr Fuglafjarðar Svimjifelag, umframt Monika Biskopstø og Bjarni M. Petersen úr Ægir. Petur Heðin á Fløtti er venjari, og Maria Danielsen er leiðari.
NJM venjingarlega um vikuskiftið
Nú meðan flestu av okkum hugdu ímóti Moskva, fríggjadagin og leygardagin, skipaði Petur Heðin á Fløtti og Svimjisambandið fyri venjingarlegu í Klaksvík, fyri teimum sum skulu til NJM í Bergen í desember mánaða. Tey vandu einaferð fríggjakvøld og tvær ferðir leygardag, umframt at venja rættiliga væl av styrki á landi. Petur Heðin skal eftir ætlan við NJM svimjarunum til Bergens í desember, og er tískil sjálvskrivaður eisini til hesar venjingarlegurnar.
So eru kravtíðirnar klárar til HM, EM, EJM og NJM 2009
Svimjisambandið boðar í kvøld frá í stuttum tíðindaskrivi, at Starvsnevndin hevur góðkent kravtíðir til HM, EM, EJM og NJM fyri 2009. Kravtíðirnar kunnu síggjast her á ssf.fo.