Samlað úrslit frá Meistarastevnuni fyri Ung 2013

So er Meistarastevnan fyri Ung 2013 avgreidd, og úrslitið varð at Havnar Svimjifelag vann flest heiðursmerki. Tað var spenningur líka til tað síðsta, tí tað var rættiliga tætt áðrenn síðstu liðsvimjingarnar, og so fekk HS kolldømt onkra stafett og sovorðið. Eg skal fara at gera ein av hasum samanteljingunum av heiðursmerkjabýtinum millum svimjarar (og pápar, sum onkur róðið upp undir), men her so ein fyribils og rættiliga eftirfarandi manuell samanteljing

Heiðursmerkjabýtið millum lið

  1. Havnar Svimjifelag: 38 gull, 22 silvur, 25 bronsu
  2. Suðuroyar Svimjifelag: 35 gull, 39 silvur, 15 bronsu
  3. Reysti: 10 gull, 14 silvur, 19 bronsu
  4. Ægir: 9 gull, 7 silvur, 11 bronsu
  5. FLOT: 1 gull, 6 silvur, 6 bronsu

DSC_6947

Video frá Meistarastevnuni fyri Ung 2013

Her eru tvær videoir sum eg filmaði í gjárkvøldið, á Meistarastevnuni fyri Ung 2013. Eg fylgi her teimum sum svumu skjótast í riðlinum, men av tí at har vóru fleiri aldursbólkar sum svumu í senn, so var tað eisini tvey av teimum spakuligari liðunum sum eisini vunnu gull.

Gentur 4×100 frí (tann eini riðilin sum var)

Dreingir 4×50 frí (tann seinni riðilin)

Úrslit fram til leygarkvøldið á MU 2013

Viðfestur er úrslitalistin fram til nú leygarkvøldið á Meistarastevnuni fyri Ung 2013, sum er í Klaksvík til og við í morgin. Við fyrivarni fyri villum er støðan nú tann, at Havnar Svimjifelag førir við 30 gullheiðursmerkjum, 17 silvur og 19 bronsu, í tættari kapping við Suðuroyar Svimjifelags um hevur vunnið 27 gull, 31 silvur og 11 bronsu. Reysti er nr 3 við 6 gull, 12 silvur og 16 bronsu, Ægir er nr 4 við 6 gull, 6 silvur og 0 bronsu, og FLOT nr 5 við 1 gull, 4 silvur og 4 bronsu.

Faroese Youth Championships 2013

Úrslit frá fyrsta degi á MU 2013

Árliga meistarastevnan fyri ung er sum kunnugt í Klaksvík um vikuskiftið, har okkara aldursbólkar yngri enn juniorar kappast um at gerast føroyameistarar í sínum bólki. Í gjárkvøldið avgreiddu tey fyrstu kappingar, við fyrsta eygnabrá sær tað út til at at serliga Havnar Svimjifelag gjørdi eitt ordans hál, við svimjarum sum Marius Ihlen Gardshodn og Lív E. Eidesgaard.

Faroese 2011 Youth Swimming Championships Opening Ceremony