Sallares sett heimsmet, 100 ára gomul

Ja, talan er sjálvsagt um eitt “masters” heimsmet, og tíðirnar eru ikki ræðandi fyri okkum yngri… uttan kanska tankin, at vit skulu svimja tær tá ið vit verða 100. Rosa Sallares úr Spania feiraði sín 100 ára føðingardag síðsta fríggjadag, við at seta heimsmet í 50 rygg á stuttgeil, við tíðini 3:56.60. Og harvið er hon tann fyrsta kvinnan nakrantíð, sum hevur luttikið í masters-kapping, tá ið hon var 100 ella eldri. Les swimmingworldmagazine.com

Superdraktirnar verða nokk eisini forbodnar í masterssvimjing

Tekniska ‘masters’ nevnd hjá FINA hevur nú í vikuskiftinum fundast í Svøríki, og er komin ásamd um at viðmæla eitt bann ímóti superdraktunum, av sama slag sum tað ið verður innført í yngru deildunum tann 1. januar 2010. Tey hava tó ikki enn tikið eina endaliga avgerð, men heldur sent sítt viðmæli víðari til FINA stjórnina at taka støðu til, og tað er tí ikki heilt vist at tað endar við einum fullkomnum banni. Amerikanska mastersfelagskapurin USMS hevur til dømis viðmælt FINA at loyva bæði monnum og kvinnum at dekka eisini yvirkroppin “for reasons other than speed”. Les reachforthewall.com

2009 er perfekta árið at byrja masterssvimjing

Fleiri føroysk svimjifeløg eru longu komin væl í gongd við venjing til vaksin og eldri fólk, sum til dømis tá ið Havnar Svimjifelag í vetur sjósetti stórsligna motiónsverkætlan. Síðani hevur Svimjisamband Føroya saman við føroysku svimjifeløgunum avtalað at royna at skipa fyri fyrstu føroysku meistarakapping fyri “masters”, at vera í Klaksvík tann 13. og 14. mars 2010. Og um nakar veruliga fær blóð upp á tonnina, so er heimsmeistarastevnan fyri masterssvimjarar ikki longri burturi enn í Göteborg í Svøríki, næsta summar. Ein svimjistevna sum sambært fyriskiparunum er heimsins størsta, við umleið 8000 luttakarum.
Continue reading 2009 er perfekta árið at byrja masterssvimjing

Superdraktirnar enn loyvdar í masterssvimjing

Craig Lord hevur kannað hvussu FINA fyriheldur seg til superdraktir í masterssvimjing, og fekk hetta svarið: “The rules do not apply to Masters. The procedure for approval of WR in Masters and Elite is very different and there is a detail that changes it all: in Masters, there are no Doping control tests to validate a WR, so these can never be considered as Elite WR.”

HS sjósett stórsligna motiónsverkætlan

Sum tit kanska hoyrdu í Kringvarpinum í morgun, ella hava lisið her á hs.fo, so bjóðar Havnar Svimjifelag nú øllum motiónssvimjarum skipaða venjing 2-3 ferðir um vikuna, umframt regluliga heilsukanning, sum partur av eini verkætlan til at fáa staðfest m.a. “hvussu nógv skal til fyri at tað ger mun”.
Continue reading HS sjósett stórsligna motiónsverkætlan