Sum tit kanska hoyrdu í Kringvarpinum í morgun, ella hava lisið her á hs.fo, so bjóðar Havnar Svimjifelag nú øllum motiónssvimjarum skipaða venjing 2-3 ferðir um vikuna, umframt regluliga heilsukanning, sum partur av eini verkætlan til at fáa staðfest m.a. “hvussu nógv skal til fyri at tað ger mun”.
Vant verður týskvøld og hóskvøld í 45 min, umframt at tey mest ágrýtnu kunnu venja eisini leygarmorgun. Venjari verður Remi Lamhauge, sum hevur prógv sum úrvalssvimjivenjari frá Danmarks Trænerskole Aalborg, meðan onnur góð fólk sum t.d. Magni Mohr og Erling Eidesgaard fara at hjálpa til við heilsukanning og útbreiðslu av venjingarúrslitum ‘online’.
Heilsukanningin er sovorðið sum máting av mesta og minsta pulsi, blóðtrýsti, feittprosent og lungakapasiteti, sum tey gera fyrst einferð tá ið tey møta fyrstu ferð, leygardag 7. februar kl 11, og síðani fjórðu hvørja viku í 16 vikur. Tað ljóðaði eisini á Sigurd sum um at tey fóru at brúka pulsur í sjálvari venjingini, til at tillaga venjingina til hvønn einstaka.
Les meira her á hs.fo. Kostnaðurin er 1200 kr, sum ikki er so øgiliga nógv, tá ið man hugsar um at tað umfatar einar 32-48 venjingar á 45 minuttir, umframt heilsukanning framd av serfrøðingi. Altso einar 25-38 krónur pr venjing, alt eftir hvussu væl tú møtir upp 🙂