Tancock og Piersol vilja hava standard stengur til ryggstart

Bretski heimsmeistari í 50 rygg, Liam Tancock, greiðir her á The Times frá um hvussu sjokeraður hann varð á OL í Beijing, tá ið hann sá at nýggju skamlarnir høvdu heilt ørvísi stengur til ryggstart, enn teir sum vit vanliga kenna. Hann mátti velja ímillum annaðhvørt at halda ov høgt uppi í mun til vanligt, ella ov langt niðri, og loddrøttu stengurnar vóru so langt frá hvørjum øðrum, at tað illa kundi verið uppfunnið av nøkrum ryggsvimjara. Hann var tí noyddur at venja fyrst og fremst ryggstart uppundir OL, í tí yvirfylta kappingarhylinum, heldur enn at kunna slappa av og fínpussa í onkrum meira friðarligum hyli. Og tó so metir venjarin hjá Tancock, at hann misti eitt heilt hálvt sekund bara uppá teir fyrstu 15 metrarnar, har bara tveir tíggjundapartar høvdu givið heiðursmerki.

Heim aftur komnir fingu teir smíðað nakrar líknandi stengur uppá skamlarnar har Tancock venur, og fyrireikaðu seg til HM í Rom við at biðja fyriskipararnar har um taka mynd av skamlunum har. Og har gekk tað sum kunnugt nógv betri hjá Tancock, tá ið hann gjørdist nr 4 í 100 rygg, 0.09 sekund frá heiðursmerki, umframt heimsmeistari í 50 rygg.

Men nú er tað altso teir báðir Liam Tancock og amerikanski Aaron Piersol, sum standa á odda fyri at fáa í øllum førum standard mát uppá hesar stengurnar sum ryggsvimjarar brúka, og gjarna eisini stengur sum svimjararnir sjálvir kunnu stilla uppá. Piersol er millum annað heimsmeistari í 200 rygg frá HM í Rom, og olympiskur meistari í 100 rygg frá OL í Beijing, umframt at hann nú í summar varð valdur at vera svimjaraumboð í “Athlete’s Commision” hjá altjóða svimjisambandinum FINA. Hann tók hetta málið upp longu á fyrsta fundi hjá sær í hesari nevnd, men enn er so einki komið burtur úr tí.

Men sum Tancock sigur: “his is not about attacking anyone. It’s about getting it right for the future. It’s about saying to Fina, Omega and others: ‘look, you’re designing things for the world’s best swimmers — why not get those swimmers to help you?”

Nýtt heimsmet í 50 rygg hjá monnum

Bretski Liam Tancock setti í kvøld langbana heimsmet í 50 rygg við tíðini 24.47, sum útlegg til innleiðandi 200 rygg á bretsku meistarastevnuni. Týski Thomas Rupprath átti gamla metið á 24.80, sum hann setti í Barcelona á sumri 2003. Tancock svam annars teir 200 rygg í tíðini 2:16.97. Lesið her á SwimInfo.