WADA umhugsar at merkja ítróttarstjørnurnar við GPS

Altjóða antidopingfelagskapurin WADA umhugsar sambært norska kringvarpið NRK at merkja allar ítróttarstjørnur við GPS, til altíð at kunna finna tær, tá ið tilvildarlig dopingtest skal gerast. Norskir skískjúttin Halvard Hanevold viðmerkir í greinini, at ‘whereabouts’-reglurnar longu sum er eru so mikið strangar, at teir tað sama kunnu íðkararnar til GPS-merktar bjarnir: “De har ganske god kontroll på oss allerede, slik det er i dag. Så om vi skal gå rundt som en GPS-merka bjørn, går det kanskje litt langt”