Pál, Vár og Óli hava vunnið flest heiðursmerkir fyri Føroyar í oyggjaleikasvimjing

Listin yvir søguligum oyggjaleikasvimjarum er nú dagførdur. Enn er føroyska svimjilandsliðið í einum gullstima, sum byrjaði á Rodos í 2007. Á Gibraltar í ár vunnu føroysku svimjarnir 13 gull, 6 silvur og 8 bronsur, ella meira enn onnurhvør gull og silvur og um triðuhvørja bronsu hjá føroyingum, og gjørdu sítt til, at Føroyar endaðu á triðaplássi samanlagt. Svimjarnir fingu haraftrat 13 fjórðapláss. Í alt hava føroysku svimjarnir vunnið 114 gull, 83 silvur og 100 bronsur á ymsum oyggjaleikum, har onnurhvør bronsa, tvær av trimum silvur, og tríggjar av fýra gull eru vunnar á teimum 6 síðstu av 17 oyggjaleikunum, svimjarnir hava luttikið í.

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard (FAR, gull), Abigail Lacey (IOW, silvur) og Rebekka Trygvadóttir (FAR, bronsa) í 400 blandað. Fyrsta gulli hjá Vár av seks á Gibraltar. Mynd: William Gracia

Continue reading Pál, Vár og Óli hava vunnið flest heiðursmerkir fyri Føroyar í oyggjaleikasvimjing

Framúr annar dagur eisini á Oyggjaleikum 2019

Føroysku svimjararnir svumu framúr eisini annan dag á Oyggjaleikum 2019, og eru nú væl við í kappingini um at ‘vinna’ svimjistevnuna her á Gibraltar, tá ið tað um heiðursmerki umræður. Tilsamans vunnu tey í dag eini 4 gull, 1 silvur og 2 bronsur, umframt at Vár setti føroyskt met í 1500 frí og Róland Toftum í 50 bringu, og Vár, Alvi, Signhild og Róland oyggjaleikamet.

Frálíkur fyrsti dagur á Oyggjaleikum 2019

Tað gekk bara upp á stás hjá føroysku svimjarunum, hendan fyrsta dagin á Oyggjaleikum 2019 á Gibraltar. Tilsamans vunnu tey eini 4 gull, 1 silvur og 3 bronsur, og settu eini 2 føroysk met og 2 landsliðsmet, umframt at fleiri teirra settu persónlig met.

Hesi kláraðu kravtíð til Oyggjaleikir á FMS 2018

Svimjisambandið hevur sum kunnugt avgjørt at kravtíðir til Oyggjaleikir 2019 skulu klárast á fýra útvaldum svimjistevnum, um ikki serlig avtala er gjørd við svimjaran. FM á stuttgeil 2018 var fyrsti møguleiki at royna eftir kravtíð, og vóru tey 7 sum skrivaðu seg upp sum møguligir svimjarar til Oyggjaleikir á Gibraltar.

Continue reading Hesi kláraðu kravtíð til Oyggjaleikir á FMS 2018