Pál, Vár og Óli hava vunnið flest heiðursmerkir fyri Føroyar í oyggjaleikasvimjing

Listin yvir søguligum oyggjaleikasvimjarum er nú dagførdur. Enn er føroyska svimjilandsliðið í einum gullstima, sum byrjaði á Rodos í 2007. Á Gibraltar í ár vunnu føroysku svimjarnir 13 gull, 6 silvur og 8 bronsur, ella meira enn onnurhvør gull og silvur og um triðuhvørja bronsu hjá føroyingum, og gjørdu sítt til, at Føroyar endaðu á triðaplássi samanlagt. Svimjarnir fingu haraftrat 13 fjórðapláss. Í alt hava føroysku svimjarnir vunnið 114 gull, 83 silvur og 100 bronsur á ymsum oyggjaleikum, har onnurhvør bronsa, tvær av trimum silvur, og tríggjar av fýra gull eru vunnar á teimum 6 síðstu av 17 oyggjaleikunum, svimjarnir hava luttikið í.

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard (FAR, gull), Abigail Lacey (IOW, silvur) og Rebekka Trygvadóttir (FAR, bronsa) í 400 blandað. Fyrsta gulli hjá Vár av seks á Gibraltar. Mynd: William Gracia

Eftir oyggjaleikirnar á Bermuda í 2013, tá Svimjisambandið valdi ikki at luttaka, var landsliðið mestsum alt skift út, við undantakið av Páli Vitalis Joensen og Astrid Foldarskarð. Men tað ávirkaði ikki úrslitini hjá svimjarunum. Í ár hava allir føroysku svimjarnir vunnið heiðursmerki, sum siður hevur verið á landsliðnum síðan Rodos.

Hópurin á Gibraltar var miðalstórur, miðalgamalur og javnbýtt var millum kynini.


Vár Erlingsdóttir Eidesgaard og Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag hava gjørt ordilig hál og liggja nú ovast á listanum av heiðursmerkjavinnarum eftir Pál Vitalis Joensen. Signhild Joensen úr Ægir, Alvi Hjelm úr Havnar Svimjifelag og Róland Toftum úr Susvim hava eisini vunnið gull, og eru tí flutt upp á listanum. Vár er farin frá 9. uppá 2. pláss, Óli frá 5. uppá 3. pláss, Signhild frá 11. til 7., Alvi frá 17. til 11. og Róland frá 32. til 12. pláss.

Talvan yvir einstaklingum er dagførdur og at finna her við fyrivarni fyri feilum og manglum. G = gull, S = silvur, B = bronsa, M = miðal støða í kappingum og K = tal av kappingum. Stig vera tald soleiðis: gull = 3 stig, silvur = 2 stig og bronsa = 1 stig. Tað ber til at sortera í tabellini við at trýsta ovast á kolonnum.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.