Íslendska landsliðið sæst nú her á heimasíðuni hjá íslendska svimjisambandinum. Eg loyvi mær her niðanfyri at lista upp hesar svimjarar, umframt tær tíðir sum hesir hava klárað á íslendsku stutthyljameistarastevnuni um vikuskiftið, í teimum kappingargreinum sum eru valdar út til landsdystin nú leygardagin. Men gev gætur, at vit ikki enn vita, nágreiniliga hvør íslendingur sum fer at svimja hvat.
Menn:
- Bragi Þorsteinsson, SH – 50 firvald 25.52, 50 frí 23.20, 100 frí 52.15
- Birgir Viktor Hannesson, ÍA – 200 bringa 2:32.42
- Jakob Jóhann Sveinsson, Ægi – 200 bringa 2:07.75
- Kolbeinn Hrafnkelsson, SH – 100 frí, 56.31, 50 rygg 28.02, 200 frí 2:04.45
- Konráð Hrafnkelsson, SH – 100 frí 55.57, 200 frí 1:58.51
- Kristinn Ásgeir Gylfason, ÍRB – 100 frí 58.58, 50 firvald 26.01, 200 frí 2:01.93, 50 frí 24.83
- Njáll Þrastarson, SH – 100 frí 54.07, 200 frí 1:59.03, 50 frí 25.07
- Sindri Snævar Friðriksson, SH – 100 frí 52.82, 50 rygg 27.99, 50 firvald 26.19, 50 frí 23.72
Kvinnur
- Erla Hrönn Unnsteinsdóttir, Óðni – 100 rygg 1:09.10
- Soffía Klemenzdóttir, ÍRB – 100 rygg 1:06.07
- Jóna Helena Bjarnadóttir, ÍRB – 400 frí 4:29.63
- Lilja María Stefánsdóttir, ÍRB – 50 firvald 30.69
- Hildur Þórbjörg Ármannsdóttir, Óðni – 50 rygg 32.30, 100 rygg 1:07.96, 50 frí 28.28
- Diljá Heimisdóttir, ÍRB – 50 rygg 33.30, 50 firvald 31.40, 50 frí 28.91
- María Ása Ásþórsdóttir, ÍRB – 100 bringu 1:18.95
- Lea Hrund Guðjónsdóttir, ÍA – 400 frí 4:41.91
Tit eru meira enn vælkomin at rættlesa mítt yvirlit her, við at hyggja at úrslitalistunum frá “Íslandsmeistaramót 25m 2009“. Eg havi óivað yvirsæð onkra tíð, og kanska eisini endurgivið onkra skeivt. Og so hevði tað kanska verið eitt hugskot at hugt eisini at hesum yvirliti á SwimRankings.net, til at síggja hvat hesir svimjarar hava klárað á øðrum stevnum, enn bara nú á sjálvum ÍM 25 2009.
Soffía Klemenzdóttir og Jóna Helena Bjarnadóttir luttóku báðar á NJM ’07. Soffía vann tá bronsu í 200 firvald. Kanska fer Soffía at svimja 100 frí eftirsum hon fekk 934 fina stig á teininum (gott nokk í einari stafett) í summar við tíðini 53.63?
Mynd: Soffía Klemenzdóttir
Ja hon er klárt nr.1 av gentunum sum koma, um hon er í form altso. Hon og Jakob J. eru profilarnir.