Úrslit frá FOMM 2010

Her er so úrslitalisti og annað frá Føroya Opnu Masters Meistarastevnu 2010, fyrsta føroyameistaraheiti fyri ‘old boys’ og ‘old girls’ yvirhøvur. Eitt skjótt kól í listan staðfestir, at besta avrik hjá monnum var 394 FINA stig fyri 27.70 í 50 frí hjá Høgna Mikkelsen, og hjá kvinnum og øllum yvirhøvur 411 FINA stig fyri 31.27 í 50 frí hjá Anniku Antoniussen.

DSC01665

Myndir og video frá FOMM 2010

Fyrsta føroyska meistarastevna fyri masters var sum kunnugt nú leygardagin, har frægastu ‘oldboys’ og ‘oldgirls’ kappaðust um at vera skjótastu svimjarar í sínum aldursbólki. Tað gongur tíverri eitt sindur striltið at skaffa ein úrslitalista frá stevnuni, men her eru so nakrar stemningsmyndir og videoir.


Continue reading Myndir og video frá FOMM 2010

So verður fyrsta føroyska meistarastevna fyri masters

Seinnapartin í dag fara sterkastu føroysku ‘oldboys’ og ‘oldgirls’ at kappast í Klaksvík, á FOMM 2010 – Føroysku Opnu Masters Meistarastevnuni. Startlistin er viðfestur her, sum listar upp teir flestu av teimum kendu sum vit sóu í fyrstu føroysku mastersstevnu í vár, umframt nakrar nýggjar jokarar. Upphitingin byrjar klokkan 16 og kappingin klokkan 17, og hesuferð kappast vit altso um heiðursmerki, umframt heiðurin at gerast fyrstu føroysku masters-meistarar nakrantíð.

SANY1099
Continue reading So verður fyrsta føroyska meistarastevna fyri masters