So verður fyrsta føroyska meistarastevna fyri masters

Seinnapartin í dag fara sterkastu føroysku ‘oldboys’ og ‘oldgirls’ at kappast í Klaksvík, á FOMM 2010 – Føroysku Opnu Masters Meistarastevnuni. Startlistin er viðfestur her, sum listar upp teir flestu av teimum kendu sum vit sóu í fyrstu føroysku mastersstevnu í vár, umframt nakrar nýggjar jokarar. Upphitingin byrjar klokkan 16 og kappingin klokkan 17, og hesuferð kappast vit altso um heiðursmerki, umframt heiðurin at gerast fyrstu føroysku masters-meistarar nakrantíð.

SANY1099

Skráin er hendan:

  1. 50m firvald kvinnur
  2. 50m firvald menn
  3. 100m bringusvimjing kvinnur
  4. 100m bringusvimjing menn
  5. 50m ryggsvimjing kvinnur
  6. 50m ryggsvimjing menn
  7. 100m frísvimjing kvinnur
  8. 100m frísvimjing menn
  9. 50m bringusvimjing kvinnur
  10. 50m bringusvimjing menn
  11. 100m blandað kvinnur
  12. 100m blandað menn
  13. 50m frísvimjing kvinnur
  14. 50m frísvimjing menn
  15. 4x50m frísvimjing mix

Longu í 50 metra firvald hjá monnum verður talan um eitt ‘clash of the titans’, tá ið Høgni Mikkelsen og Jon Hestoy fara at kappast um at gerast absolutt fyrsti føroyski masters-meistari nakrantíð. Teir møttust eisini í 50 metra frí í vár, har Høgni varð greitt við yvirlutan, og hava tí báðir vælsagtans vant sum svakir síðani tá.

Í 50 rygg fara vit at síggja Duritu Djurhuus aftur, sum var greitt besti føroyski ryggsvimjari fyrst í 90-unum, og sum tí eisini átti flestu met inntil Elspa tók tey. Petur Heðin svimur aftur 100 frí, enntá á geil við síðuna av Jon Hestoy, sum borgar fyri størsta anaeroba avrik á stevnuni yvirhøvur.

Onnur gomul svimjinøvn eru til dømis Remi Lamhauge, Aksel Haraldsen, Louis Poulsen, Erlendur Simonsen (havsvimjari) og Annika Antoniussen. Nøvn vit kenna mest aðrastaðni frá, eru til dømis Lis Mortensen, Árni Winther, Elin Lindenskov, Erling Eidesgaard og Bogi Hansen. Mamma er eisini við, síggi eg, í 50 frí, sum eg gott nokk ongantíð havi sæð hana svomið fyrr.

Og ja, eg kann avdúka, at í øllum førum éitt avbera sterkt stikk manglar á startlistanum. Legði billett inn til at svimja 50 firvald ímóti forsetanum, sum tó av onkrari orsøk forsvann úr rúgvuni. Eg havi ikki vant éin metur síðani á Mallorca í summar, men skal tó nokk gera mítt allar-ítarsta til at royna at sorla hann sundur !

Tað eru Svimjisamband Føroya og Ægir sum skipa fyri hesi fyrstu føroysku meistarastevnuna yvirhøvur.

3 thoughts on “So verður fyrsta føroyska meistarastevna fyri masters”

  1. SMS frá einum ‘wildcard’ svimjara á FOMM 2010 júst nú:

    “Síggjast til mína móttøku í Tryggingarfelagnum :-)”

    LOL !

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.