Listin yvir søguligum FM-vinnarum er dagførdur

Listin yvir søguligum FM-vinnarum í einstaklingakappingum er dagførdur til og við FM 2015. Ovast er Pál við 112 FM-gull, 15 silvur og 5 bronsur. Um vit telja liðsvimjingar við, so hevur hann 119 gull, 26 silvur og 11 bronsur. Ársins svimjari, Sára R Nysted úr Susvim, hevur haft størstu framgongd á listanum síðan FM í fjør. Næst eftir henni koma Marius Ihlen Gardshodn (ársins stjørnuskot) og Vár E Eidesgaard (ársins stjørnuskot), bæði úr HS. Havast skal í huga at listin er rættiliga ófullfíggjaður. Havi lagt tvey søgulig FM aftrat listanum síðan í fjør. Eftir resta úrslit frá FM 2003, 2001-1998, 1996-1994 og 1989-1974.


Continue reading Listin yvir søguligum FM-vinnarum er dagførdur

25 føroysk met sett til nú í ár

Føroyskir svimjarar hava per 18. mai 2015 sett tilsamans 25 nýggj føroysk met og 38 nýggj juniormet. Vit eru í viku 21, so tað eru meira enn 1 føroyskt met og 1½ juniormet um vikuna. Ásbjørg Hjelm úr Ægir hevur sett heilil 9 føroysk met sum eisini vóru juniormet, meðan Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag hevur sett 18 juniormet harav 7 vóru føroysk met.

Myndir frá FM og JM 2015

Pall- og ljóssetingin á FM er eitt eldorado til at fáa góðar myndir frá svimjing, og vit hava tí tikið túsundavís av myndum hetta vikuskiftið. Her niðanfyri er eitt ‘slideshow’ við útvaldum myndum sum undirritaði, Lis Gøthe í Jákupsstovu og Christian Steingrund tóku í leypi av stevnuni.

Myndirnar kunnu eisini síggjast her á Flickr, og eru tær somu sum hava verið vístar í hesum myndasavni á Facebook.

Havnar Svimjifelag hevur eisini eitt myndasavn her á havnarsvimjifelag.com

FM-vinnarir aftur metskjótir

Gulltíðirnar á FM-stevnunum hava í miðal verið skjótari og skjótari ár um ár tey seinastu árini. Í fjør var steðgur í framgongdini, tó hildu vinnarnir tørn í mun til FM 2013. Teir seinastu dagarnir hava vinnararnir aftur svomið metskjótar FM tíðir.

Tá tíðirnar verða umroknaðar til FINA-stig, ber til at leggja úrslitini saman tvørtur um greinar og kyn, og finna miðal fyri hvørja FM-stevnu. Her síggja vit gullúrslitini í einstaklingakappingum í leypandi FINA-stigum, ið vísir hvussu svimjararnir lógu og liggja í mun til umheimin, og í føstum 2009 FINA-stigum, ið vísir framgongdina í Føroyum ár um ár.

Continue reading FM-vinnarir aftur metskjótir

Ægir kvinnur 4:18.66 og føroyskt met í 4×100 blandað

Tær fýra Signhild Joensen, Ásbjørg Hjelm, Jonna Bjartalíð Thomsen og Cecilia Wigant Eysturdal úr Ægir setti í kvøld risa nýtt føroyskt met í 4×100 metra blandaðari svimjing á stuttgeil, tá ið tær í finaluni á FøroyaMeistarastevnuni 2015 svumu teinin uppá 4:18.66.


Continue reading Ægir kvinnur 4:18.66 og føroyskt met í 4×100 blandað

Ásbjørg 1:11.53 og føroyskt met í 100 bringu

Ásbjørg Hjelm úr Ægir setti í dag stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 100 metra bringusvimjing á stuttgeil, tá ið hon í finaluni á FøroyaMeistarastevnuni 2015 vann gull við tíðini 1:11.53. Hon átti sjálv føroyska metið á 1:12.38, frá HS-stevnuni í apríl mánaða. Sí úrslitalistan her.