Signhild 2:18.17 og juniormet í 200 rygg

Signhild Joensen úr Ægir setti í morgun nýtt føroyskt juniormet í 200 metra ryggsvimjing á stuttgeil, tá ið hon á FM/JM 2015 svam teinin upp á 2:18.17. Hon átti sjálv metið á 2:19.21 frá HS-stevnuni í apríl mánaða. Elspa Mørkøre eigur føroyska metið á 2:15.15 frá donsku meistarastevnuni á stuttgeil í 2007. Sí úrslitalistan her.

Róland 2:21.33 og juniormet í 200 bringu

Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag setti í dag nýtt føroyskt juniormet í 200 metra bringusvimjing á stuttgeil, tá ið hann í finaluni á FøroyaMeistarastevnuni 2015 svam teinin uppá 2:21.33. Hetta rakk til eitt silvurheiðursmerki aftanfyri Pál Joensen sum svam 2:16.99. Róland átti sjálvur juniormetið á 2:22.11, frá Ægir stevnu í februar mánaða. Sí úrslitalistan her.

Innbjóðing og startlisti til FM/JM 2015

FøroyaMeistarstevnan og JuniorMeistarastevnan 2015 verður nú hósdagin til leygardagin 14. – 16. mai, í Svimjihøllini í Gundadali. Viðfesta innbjóðing varð send feløgunum miðskeiðis í apríl mánaða, og nú er tilmeldingarnar so komnar inn, soleiðis at startlistarnir eisini kunnu viðfestast her og síggjast á livetiming.se.


Continue reading Innbjóðing og startlisti til FM/JM 2015