Avstralski ítróttarheimurin varð í dag raktur av eini risa dopinggølu, tá ið Australian Crime Commission avdúkaði úrslitið av áralangari kanning, ið staðfestir útbreidda doping í landinum. Eftir øllum at døma ógvuliga organiserað, umfatandi heili lið av íðkarum og venjarum og vísindafólkum og læknum, við nýtslu av hormonum og peptidum og enntá evnum sum ikki enn eru góðkend til mannanýtslu, við tilknýti til eisini brotsmannaringar og hartil hoyrandi vanda fyri match-fixing og øðrum. Les til dømis The Australian og 3News
Sí eisini



Konservativu ætla at fáa Per Stig Møller mentamálaráðharra at leggja trýst á altjóða antidopingstovnin WADA, til at fáa ruddað upp í reglunum so at óskyldugir íðkarar ikki skulu ræðast ein møguligan dopingstraff vegna dálkaðar matvørur. Les