Sindur sløvur morgun í Debrecen

Tað gekk so sum so í morgun, Birita svam gott nokk bestu tíð men tó ikki so skjótt sum hon ætlaði; sá annars gott út fram til vendingina, men reyk so eitt sindur afturum akkurát har. Cecilia koyrir ikki uppá fult bluss í løtuni, og hartil var tað ein rímiliga hørð uppgáva hjá henni, at skula svimja ímóti bara 15 av teimum bestu í Evropa – so har var tað meira so at man gleddist um, at Coralie Balmy sum fekk bestu tíð yvirhøvur ikki náddi at yvirhála Cecilu, áðrenn teir 800 vóru lidnir.

DSC02987

Tíðirnar Birita 1:07.21 í 100 rygg, Cecilia 9:40.31 í 800 frí. Nú seinnapartin taka vit eina pausu frá stevnuni, og fara inn í miðbýin við sporvogninum, at síggja hvat sum er har. Lagið er gott og staðið her hugnaligt, tað heila eitt sindur behagiliga bygdasligt, um man kann so um eina ‘bygd’ á 200.000 íbúgvar 🙂

Guðrun 1:01.62 og juniormet í 100 frí

Guðrun Mortensen úr Suðuroyar Svimjifelag setti í morgun nýtt føroyskt juniormet í 100 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hon her á EM í Debrecen svam teinin uppá 1:01.62, har metið hjá Ceciliu Eysturdal frá DÅM 2010 var 1:01.74. Birita Debes og Cecilia luttóku eisini í riðlinum saman við Guðruna, Birita betraði sítt persónliga met frá 1:01.76 til 1:00.47, meðan Cecilia svam 1:03.69. Viðvíkjandi Ceciliu skal tó sigast, at hon millum kappingarnar liggur og venur langtein, fram ímóti EJM í Antwerpen í summar. Sí úrslitalistan her.

DSC02934

Niðanfyri sæst video av teimum 100 frí

Kis og Pizzetti vístu styrki í dag

Ungarin Gergo Kis á heimabana og italiumaðurin Samuel Pizzetti fingu silvur og bronsu í 400 frí finaluni í dag aftanfyri Paul Biedermann. Tíðirnar hjá teimum vóru Biedermann 3:47.84, Kis 3:48.09 og Pizzetti 3:48.66. Robbie Renwick og Sebastien Rouault vóru nr 4 og 5 við tíðunum 3:50.46 og 3:50.62. Kis og Pizzetti fara væntandi at kappast mótir Pál í London um 74 dagar. Tí er tað spennandi at síggja í hvørjum formi teir eru í. Við tíðini í dag burdi Kis svomið umleið 14:55 í 1500 frí leygardagin. Pizzetti liggur at klára eina tíð um 15:00. Rouault skal hvørki svimja 1500 í Debrecen ella í London.

DSC02801
Continue reading Kis og Pizzetti vístu styrki í dag

LEN sendir beinleiðis á netinum frá EM í Debrecen

Evropeiska svimjisambandið hevur eitt ‘webcast’ her á len.eu, sum vælsagtans burdi rigga. Veit ikki um teir senda frá innleiðandi, men eg filmi so tað sum eg kann koma til at filma, av okkara svimjarum. Finalurnar byrja nú kl 17 Debrecen tíð (tað er kl 16 í Føroyum), við 400 metra frísvimjing.

DSC02698