Victoria vann gull á AMÍ 2010

Hylurin í Hafnarfirði vísir seg aftur hetta vikuskiftið at vera eitt gott stað hjá føroyum at svimja skjótt, nú annaðliðið hjá Ægir luttekur á AldursflokkaMeistaramót Íslands 2010. Victoria Wigant Eysturdal varð skjótast av øllum gentum 12 ár og yngri í 200 frí, við tíðini 2:26.52 í mun til skjótasta íslending á 2:28.74. Sum heild hava tey svomið væl upp í móti og betur enn sínar tilmeldingartíðir, umframt at standa seg væl í kappingini við íslendingar.

victoria-gull
Continue reading Victoria vann gull á AMÍ 2010

So eru føroyingar aftur í Hafnarfirði

Klaksvíkingar vóru ikki meira enn komnir heim frá Danske ÅrgangsMesterskaber í Gentofte, so fóru summi ella øll av teimum aftur til Íslands, á venjingarlegu. Ein partur av venjingarleguni er luttøka á íslendsku meistarastevnuni fyri Ung, AMÍ 2010, sum verður í Hafnarfirði nú 24. – 27. juli 2007.

CIMG3511
Continue reading So eru føroyingar aftur í Hafnarfirði