Victoria vann gull á AMÍ 2010

Hylurin í Hafnarfirði vísir seg aftur hetta vikuskiftið at vera eitt gott stað hjá føroyum at svimja skjótt, nú annaðliðið hjá Ægir luttekur á AldursflokkaMeistaramót Íslands 2010. Victoria Wigant Eysturdal varð skjótast av øllum gentum 12 ár og yngri í 200 frí, við tíðini 2:26.52 í mun til skjótasta íslending á 2:28.74. Sum heild hava tey svomið væl upp í móti og betur enn sínar tilmeldingartíðir, umframt at standa seg væl í kappingini við íslendingar.

victoria-gull

Úrslit til nú á AMÍ 2010 …

  • Ásbjørg Hjelm 100m firvald tilm.tíð 01:41:59 kap.tíð 01:34:58
  • Ronja Eysturdal 200m fríð tilm.tíð 02:50:43 kap.tíð 02:48:26
  • Victoria Wigant Eysturdal frí tilm.tíð 02:26:42 kap.tíð 02:26:52. (vann gull)
  • Ólavur Johannesen 200m frí tilm.tíð 02:47:32 kap.tíð 02:44:03.
  • Victoria Biskupstøð 200m frí tilm.tíð 02:34:17 kap.tíð 02:29:84.
  • Erla Christiansen 100m blandað tilm.tíð 01:33:26 kap.tíð 01:30:72

Hetta eru eftir øllum at døma stuttgeilatíðir, har tey hava stytt 50 metra hylin í Hafnarfirði til 25 metrar.

50-turned-25

Tey hava sum føroyingar ikki møguleika at gerast íslendskir meistarar, men fáa tó gesta-heiðursmerki sum viðurkenning fyri sínar dygdir, í teimum førum har tey stinga seg upp í millum íslendingarnar. Sostatt hevur Ægir (Klaksvík) altso vunnið eina gull á íslendsku meistarastevnuni, um enn eingin av teimum gjørdist beinleiðis íslendskur meistari.

Úrslit frá kappingini kunnu síggjast á http://sh.lausn.is/mot/2010/Ami2010/index.htm. AldursflokkaMeistaramót Íslands 2010 heldur áfram í dag.

aegir-a-ami2010

One thought on “Victoria vann gull á AMÍ 2010”

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.