Stjørnurnar á 100-teininum undrast sambært hesi grein í SwimNews á at Stefan Nystrand kundi svimja so skjótt longu nú, tá ið tað enn er langt til OL í Beijing. Teir halda at tað má vera tekin uppá ov lítla tunga venjing beint nú, og tað tí er ivasamt um Nystrand kann møta á OL við líknandi formi.
Pieter van den Hoogenband viðgongur at hann ikki kann svimja 45.83 á stuttbana nú, og at hann yvirhøvur bara kann svimja harum einar 2-3 ferðir um árið, men at hann nokk skal vera klárur á langbana í Beijing. Sama sigur kanadiski Brent Hayden, at hann hansara venjingarnøgd í løtuni ikki loyvir honum at svimja so skjótt, men at alt tað broytist til OL. Og italski Filippo Magnini sigur seg beinleiðis vera róligur, at Nystrand ómøgliga kann halda handan formin teir komandi 9 mánaðirnar, við so lítlari venjingarnøgd sum Nystrand hevur.
Nystrand venur nevniliga ikki meira enn 20 km um vikuna, har hinir lættliga hava tað trífalda. Magnini flennti í samrøðurni og segði at hann svam 13-14 um dagin. So stóri spurningurin er nú um Nystrand fer at kunna svimja so skjótt, ella um hinir hava rætt at hann ikki kann halda seg á slíkum støði við so lítlarni venjing. Livst so spyrst.
