Tann 1. mars 2008 hevði hendan heimasíðan verið á netinum í eitt ár, og typiskt eg so gloymdi eg tað. Her kemur tí ein seinkað frágreiðing um fyrsta árið…
Evropeiskt met til Alexander Dale Oen
Bæði norski Alexander Dale Oen og franski Hugues Duboscq fóru undir minuttin í 100 bringu á langbana í dag, tá ið Alexander svam 59.76 og Duboscq 59.78. Norðmaðurin setti harvið fyrsta evropeiska met hjá einum norðmanni nakrantíð , og varð eisini fyrsti norski mannligi evropameistari (Irene Dalby varð evropameistari í 1991). Russiski Roman Sludnov átti gamla metið á 59.95, sum hann setti í 2001. Lesið her á SwimNews.
(eingin video at finna enn, men her er ein prát við hann eftir 200 bringu…)
Miami Swimming video
Hetta er bara ein flott video um “Miami Hurricanes” sum eg fann á YouTube beint nú. Rættiliga góður setningur inni í videoini: “That last 25 when you’re hurting… say I’m a Hurricane, I’m getting to that wall first”
Nýtt heimsmet í 4×100 frí hjá kvinnum
Hálendsku Inge Dekker, Ranomi Kormowidjojo, Femke Heemskerk og Marleen Veldhuis hava við tíðini 3:33.62 sett nýtt langbana heimsmet í 4×100 frí hjá kvinnum, á evropameistarastevnuni í Eindhoven í gjár. Hetta var ein betring uppá næstan 2 sekund, í mun til gamla metið á 3:35.22 frá 2006, sum týskarar áttu. Lesið her á SwimInfo.
Eg havi ikki funnið nakra videobrot enn av hálendsku gentunum, men her er Stefan Nystrand eftir at svensku mennirnir vunnu gull í somu grein:
OK, nú (20. mars) havi eg funnið eina italska video. Fantastiska flott
Innbjóðing til Susvim stevnu 28.-30. mars 2008
Suðuroyar Svimjifelag bjóðar til svimjistevnu í Vági 28. 29. & 30. mars 2008. Kappingin verður svomin sum ein opin kapping, og úrslitini bólkað til bólk 3, 4, 5 og opnan bólk. Finalurnar eru opnar, altso eingin bólkur. Tilmeldingarfílan kemur seinni í dag. Continue reading Innbjóðing til Susvim stevnu 28.-30. mars 2008
EM 2008 er í gongd
Norski Alexander Dale Oen hevur júst nú sett stevnumet í 100 bringu (á langbana) við tíðini 1:00.18. Danski Jon Rud hevur við tíðini 3:50.09 í 400 frí tikið danska metið frá Jacob Carstensen. Stevnan kann síggjast ‘live’ her: http://www.europeanchampionships.org/Eindhoven2008/?pag=WEBCAST
Meira sensurur á svimjing.com
Óókey, eg havi tikið ein post av heimasíðuni afturat, og fólk verða sikkurt bæði ill og glað um tað. Eg haldi bara at hatta kjakið er ov tungt at taka alment beint nú, tá ið vit skuldu til at endurbyggja arbeiðið runt landsliðini og annað. Vit eru endiliga í eini uppgangstíð aftur, so latið vinaliga ikki eitt kjak um nakrar tilmeldingar sáa split í svimjingina. Í øllum førum ikki á hesari heimasíðuni.
Eg eri annars við uppá at vit taka hatta kjakið upp á góðan gamlan manér, sum ein ávísur klaksvíkingur viðmælti á sinni. Øll inn í eitt rúm, og so skeldast so tað brakar, til vit finna eina loysn. Føroyska svimjingin er ein familja, og tað er tí at vit klandrast so. Tí vit leggja nakað í tað. Eg haldi at øll hesi fólkini sum klandrast beint nú, eru ov virðismikil til at skumpa frá sær.
Ja, eg kasti við gróti í mínum glashúsi, tað veit eg væl. Men akkurát í hesum føri eri eg á báðum síðum, og tí haldi eg at tað er mín túrur at royna 🙂
Annars, bara so tit vita tað, so viðføra hesi hendingar, har eg steðgi einum orðaskifti, næstan altíð við at eg fái skeld frá báðum síðum. Fyri at steðga tí, og fyri ikki at hava steðgað tí nóg tíðliga. Tað er einki skeg. So er tað at eg hugsi at tað er ikki tað vert, at eg skuldi bara lokað heilt fyri viðmerkingum; men tað er heldur einki skeg.
Vit høvdu eina góða viku í farnu viku.
Pauli og Jokarin
50 m. frí hjá monnum gjørdist kanska ´TANN´ serliga spennandi kappingin leygardagin í Klakvík. Pauli Ø. Mohr hevur havt stóra framgongd í síni roynd eftir føroyska metinum í 50 m. frí og varð líka við at gera bart við síni tíð á 0.24.08 fyri stuttari tíð síðan til svimjikapping í Havn. Leygardagin skuldi hann aftur standa sína roynd, men tað at ´jokarin´ hjá Ægir átti so nógv í sær, hevði kanska fáur væntað.
Ein kulur boyggi
EM byrjar týsdagin
Sum kunnugt verður 29. EM nú í Eindhoven í Niðurlondum, týsdagin 18. mars 2008 til og við mánadag 24. mars. Eurosport sendir frá stevnuni; so vítt eg dugi at síggja ‘live’ frá finalunum kl 17:15-19:00 føroyska tíð, umframt samandráttir aðrar tíðir. Sí Televarpið og Eurosport. Til ber eisini at fylgja við ‘live’ á alnetinum, á heimasíðuni www.omegatiming.com og við ‘live webcasting’ á www.europeanchampionships.org/Eindhoven2008/.


