Nú er bara 1½ vika til einir 120 føroyingar fara niður á stóra svimjistevnu í Køge og Herfølge, og startlistanir liggja tí klárir her á heimasíðuni hjá Køge Svømmeklub. Serliga Kári á Høvdanum liggur væl fyri til at taka heiðursmerki í hylinum í Køge, meðan Reka-genturnar gera seg galdandi í hylinum í Herfølge.
Continue reading Startlistarnir til Køge Open klárir
ÍSF evnisdagur um framtíðina hjá føroyskum ítrótti
Sá nú tilfeldigvís her á isf.fo, at Ítróttarsamband Føroyar skipar fyri evnisdegi tann 10. november 2007, við evninum “Føroyskur ítróttur í framtíðini”. Hvørt sersamband skal eftir ætlan luttaka við trimum luttakarum í part, og hartil verða so umboð frá ÍSF og DSNÍ (?). Tilmeldingarfreistin er 25. oktober kl 12.
Ætlanin er eftir øllum at døma at fáa staðfest støðuna hjá føroyskum ítrótti í dag, at gera nakrar málsetningar fyri føroyskan ítrótt ár 2020, og síðani skifta orð um hvussu vit røkka málunum. Tey fara í stóran mun at arbeiða í bólkum á 5, sum so neyðturviliga merkir at har verða fólk úr ymisku sersambondunum á hvørjum liði.
Ziegler aftur sett heimsmet í 800 frí
Fyrst setti hon heimsmet í 800 frí á veg til eisini at seta heimsmet í 1500 frí, og so knúsar hon tað aftur í veruligu kappingini í 800 frí. Laure Manaudou átti gamla metið á 8:11.25, sum Ziegler so fyrst betraði við splitt-tíð 8:09.68, og nú tveir dagar seinni við 8:08:00. Lesið her á SwimmingWorld.
hey
Hevður onkur úrslitalistan fra Føroya Banka kupp kappingina úr Fuglafirði fyri bólk 1 og 2 ????
Ziegler á YouTube
Svimjifelagið SG Essen hevur tikið uppá og lagt út video av teimum báðum heimsmetunum hjá Kate Ziegler herfyri, á YouTube so at tað er lætt (og lógligt) til dømis hjá okkum her á svimjing.com at leggja videoina á heimasíðuna. Fyrsta video vísir teir 1500 fram til hon setur heimsmet í 800, og seinna vísir so restina fram til heimsmet eisini í 1500 frí.
ÚF prát við Brian Marshall í kvøld
Útvarpið hevði áhugavert prát við nýggja landsliðsvenjaran Brian Marshall í kvøld, í sambandi við fyrstu landsliðslegu hansara í Klaksvík nú í vikuskiftinum.
Eftir øllum at døma eru ætlanirnar hjá honum at samansjóða føroyska landsliðsarbeiðið við arbeiðið hjá íslendingum, har hann eisini er landsliðsvenjari. Hann fer at hava eina fýra landsliðslegur í Føroyum hetta svimjiárið, umframt at egnaðir føroyingar sleppa til Íslands at venja við íslendska landsliðnum. Tey fyrireika eisini eina felags luttøku á stevnu sunnanfyri í summar.
Hann tosaði eisini um innihaldið á landsliðsleguni nú í vikuskiftinum. Hann hevur onkur videodømi við av góðum teknikki, og ætlar sær annars at kanna landsliðssvimjararnar við onkrum serligum telduforriti .
Suðuroyar Svimjifelag til DM í 25 metra hyli
Lesið her á susvim.com. Tey sum luttaka fyri Suðuroyar Svimjifelag, eru Shaila millum Garðarnar, Dánjal Martin Hofgaard, Pál Joensen, Mona Simonsen og Malan Vitalis Bærendsen. Jutta Thomsen og Elspa Mørkøre fara eisini at luttaka á DM.
Kate Ziegler sett heimsmet í 800 og 1500 frí
Amerikanska Kate Ziegler hevur ordiliga gjørt um seg á Alex Athletics Challenge í Essen, Týsklandi, við at taka heimsmetið í 1500 frí á stuttbana, og í somu atløgu seta nýtt heimsmet í 800 frí. Nýggju heimsmetini eru 8:09.68 í 800 frí, og 15:42.39 í 1500. Laure Manadou átti bæði metini áðrenn. Sí swimmingworldmagazine.com.
Hví gevast svimjararnir?
Danski elitusjefurin Lars Sørensen hugleiðir her í bloggi sínum á svoem.dk, um hví so nógvir svimjarar gevast tá ið tey náa umleið til studentaskúlaaldur.
Hann spyr um trupulleikin ikki liggur í ‘tríeinigheitini’ skúli, svimjing og familja/vinir. At tað ikki bara vegna skúlating er hart at skifta frá fólkaskúla til studentaskúla, men eisini tí at familja og vinirn trekkja meira og meira, samstundis sum svimjivenjingin verður meira tíðarkrevjandi. Og argar so við at spyrja, um tað yvirhøvur ger nakað at svimjarar gevast, tá ið teir innsíggja at teir allíkavæl ikki fara at koma á landsliðið.
Hann vísir á tilfar frá einum donskum kraftsentur-fundi herfyri, har tey viðgjørdu hetta evni. Ein Søren Østergaard hevði eina Powerpoint framløgu um hvussu ungdómurin yvirhøvur er í hesum aldri, og á eitt felags skriv um hvat luttakararnir hildu um orsøkirnar til fráfall, í bólkaarbeiði á fundinum.
Stutt sagt, so sær tað út til at luttakararnir hildu at orsøkin til fráfall var at finna í skúlaskiftinum, í ‘lívsrytmuni’, og í samspælinum við venjara og aðrar svimjarar. Svimjararnir hava brúk fyri at síggja eina meining við venjingina, at teir hava týdning fyri liðið, og at venjarin er búgvin til at venja slíkar svimjarar. Økonomiin hevur sjálvsagt eisini týdning, við tað at svimjingin minkar um møguleikan fyri frítíðarstarvi.
Reint praktiskt vóru uppskot til at minka um fráfallið, at skapa meira ‘race’ í kappingunum, fleiri kappingar millum svimjifeløgini (sum vit forrestin yvirhøvur ikki hava í Føroyum, uttan hetta at telja upp heiðursmerki), at hava stytri men títtari stevnur, at hava eitt DM fyri ung (ok, vit hava UM), at leingja um junioraldurin, og at seta í verk eitt ‘meiningsfult’ B-landslið við reellum aktivitetum.
Hvat halda tit? Persónliga haldi eg vit hava hendan trupulleika eisini í Føroyum, og at ungdómurin sjálvur dugir at orða hann væl, við “eg havi for nógv at gera”. Sjálvur vildi eg ynskt at føroyski svimjararnir fingu møguleika sum Team Danmark íðkarar í Danmark, at taka studentaskúla yvir 4 ár, við færri tímum hvørt árið. Og so er hetta við búskapinum bestemt eisini ein trupulleiki, bæði hjá svimjarum og foreldrum, nú tað kostar 1000 krónur at sleppa á eitt líkinda ungdómstiltak (her hugsi eg um festivalarnar).
Føroya Banka Cup skrá og tíðarætlan
Viðfest er skráin yvir hvussu riðlarnir eru skipaðir, og tíðarætlan fyri allan leygardagin. Fyrireikararnir viðmerkja at feløgini gjarna mugu senda stafettseðlarnar, um teir eru klárir, og sjálvsagt koma við broytingum um nakað er.