Í kvøld og í morgin skipar svimjifelagið Reki fyri Silva Cup í Leirvík, fyri svimjarar í yngru bólkunum 1 til 3. Bólkur 3 byrjar at hita upp í kvøld kl 18:30, og í morgin er tað so bólkur 1 kl 8 og bólkur 2 kl 12. Sí eisini viðfestu innbjóðing, men gev gætur at upphitingin í kvøld er flutt í mun til innbjóðingina, frá kl 19:15 til kl 18:30.
Svim fyri lívinum – Eitt hugskot
Er hettar ikki nakað okur eiga at royna í Føroyum ?
A campaign to get every child in New Zealand to be able to swim 200 metres confidently by the age of 12 has been backed by the scouting movement.
The Swim For Life initiative – developed by Water Safety New Zealand, the New Zealand Recreation Association and the New Zealand Swim Coaches and Teachers Association of New Zealand – wants to encourage more children to learn and develop swimming and water survival skills.
And Scouting New Zealand is happy to help: it will pass the message on to no fewer than 14,000 children a year. A great base for the talent spotters at the helm of New Zealand’s swim programme.
Kelda: SwimNews
Hvussu nemt hevði tað ikki veri at koyrt eitt líknandi program í Føroyum. Eg hómi eitt gullnám goymt í einum líknandi tiltaki. Hugsi kanska at genturnar skuldi veri upp til 10 ár, og dreingirnar upp til 12 ár. Skúlarnar í Føroyum eru nok so vælvirkandi tá ið okur práta svimjiundirvísing. Og hettar er kanska ein eyðka motivitaion til svimjilærarar. Jú tað skal roynast, og SSF má við uppá vognin. Svimjifeløgini høvdu funni nógv talentir á hendan hátt, og SSF kundi kanska byrja uppá eitt organisera smáunglinga útviklingsprogram av álvara. Kanska 2-4 vikuskiftir um ári, har tey bestu í hesum aldri møtast til felagsvenjing. Eitt OL program sum okur kenna tað úr øðrum londum. Tey vera fyrireika uppá fyrst DÅM, so NJM og so koyrur tað bara. Hvat siga tykur, høvdu okur klára tað ?
Hackett hevur astma
“Ná ja, hvør hevur ikki tað”, hoyri eg allar svimjarar siga. Men tað áhugaverda er at hann ikki hevur fingið tað staðfest fyrr enn nú í september, hóast hann eftir øllum at døma hevur gingið við sjúkuni leingi. Hann hevur bara vant seg við støðuna, sum er ein mild útgáva av astma, forsterkað av harðari venjing og klor. Lesið her á SwimInfo.
89 luttakarar tilsamans á NJM 2007
Sum tit eisini kunnu lesa her á serligu heimasíðuna fyri NJM 2007, so verða tað 45 gentur og 44 dreingir sum fara at kappast á Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuni í Tórshavn, 1. til 2. desember 2007. Freistin fyri endarligar tilmeldingar er nú leygardagin 24. november, og vit fyrireikarar fara so eftirfylgjandi at royna at fáa startlistarnar út sum skjótast.
Tað gongur fínt við fyrireikingum, um enn man (tvs. eg 🙂 konstant stúrir fyri at okkurt er gloymt. Flestu útlendingar fara at búgva og eta á Kerjalon, og koyra so við bussum aftur og fram til høllina. Fyrireiking av høllini gongur eftir øllum at døma sum ætlað, og alt hatta við WinGrodan og LiveTiming er eisini undir kontrol. Fólk er sett av til at taka video og myndir, og vit fara so at royna at halda serligu NJM-heimasíðuna støðugt dagførda í leypi av vikuskiftinum.
So er bara at vóna at øll tit onnur eisini stuðla okkum væl, sum ikki longu eru lokkað til at taka sær av onkrari uppgávu. Vit (tvs. eg 🙂 síggja gjarna at so nógv fólk sum yvirhøvur gjørligt koma niðan í høllina at hyggja, til at skapa stemning og heppa á okkara mongu føroysku luttakarar, harav onkur enntá hevur heiðursmerkjamøguleikar av fínasta slag.
Komið niðan og hyggið, tí tað verður kanska leingi til vit aftur hava sama møguleika at vinna gull 🙂
Ein afturat við til EM í Ungarn
Sambært viðmerkingunum her so verða tey nú 5 sum fara til EM í Ungarn: Shaila, Mona, Dánjal Martin, Kári og Pál.
11 svimjarar úttiknir til NJM
5 dreingir og 6 gentur fara at luttaka fyri Føroyar á Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuni í Tórshavn, 1. til 2. desember 2007. Serliga Havnar Svimjifelag ger seg galdandi, við at eiga 5 av gentunum og ein drong á føroyska unglingalandsliðnum í ár. Fuglafjarðar Svimjifelag er eisini sterkt her við 3 landsliðssvimjarum, meðan Suðuroyar Svimjifelag faktiskt ‘bara’ hevur tann eina – Pál Joensen hesu éin, sum tó uttan iva er mest lovandi svimjari á liðnum í ár.
Continue reading 11 svimjarar úttiknir til NJM
4 svimjarar úttiknir til EM í Ungarn
Sambært tíðindum her av heimasíðuni hjá Suðuroyar Svimjifelag, verða tað tey fýra Pál Joensen, Dánjal Martin Hofgaard, Shaila millum Garðarnar og Mona Simonsen úr Suðuroyar Svimjifelag sum skulu luttaka fyri Føroyar á Evropeisku Meistarastevnuni í Ungarn, 13.-16. desember 2007.
So siga stjørnurnar sjálvar um Berlin 2007
SwimNews listar her upp ymisk sitat frá svimjistjørnum og -venjarum á World Cup stevnuni í Berlin. Rættiliga áhugavert so tosar Stefan Nystrand m.a. um hvussu hann vegna broyttar matvanar nú ikki hevur havt éin sjúkradag í longri tíð… Nakað sum (svenski) Mats Brisenfeld eisini tók upp á gongini her úti á Formula í morgun, tá ið vit tosaðu um hví Nystrand nú knappliga svam so skjótt.
Mats fylgir betri við í svenskum svimjitíðindum enn eg, og eg taki tí fyri góða vøru tá ið hann sigur at Nystrand hevur havt nógva nyttu av videoanalysu og kostráðgeving í seinastuni. Estiski Rejn Haljand hevur pilkað sundur og bygt upp startin hjá Nystrand, við at filma og vísa Nystrand hvat hann gjørdi galið, og onkur kostráðgevi hevur fingið hann at droppa cola og tílíkt.
Sum tit nokk kunnu lesa millum reglurnar her, so er alt hetta bara leysatíðindi og prát millum tveir svimjiáhugaðar í morgun. Men eg helt tað vera áhugavert at renna seg í hatta við kostvanunum aftur, tá ið SwimNews nú skrivar um Nystrand: “On his change of diet: ‘Since then I haven’t had one sick day. I think I’m on the right way with regard to the Olympics.’ “
Swimnews.net, ein síða til okkum sum vilja síggja svimjing
Jón Bjarnason vísir í telduposti til mín á eina frálíku heimasíðu kallað swimnews.net, har man m.a. kann síggja (og taka niður) video frá stóru svimjistevnunum runt heimin, lesa tíðindi og finna bakgrundsmyndir til telduna. Í 2008 ætla tey sær enntá at vit kunnu selja teimum fotomyndir frá svimjistevnum runt heimin, og har er eisini ein áhugaverd viðmerking um ‘Royalti-Free Imagery‘, sum merkir okkurt a la at vit frítt fara at kunna brúka (onkrar) myndir haðani. Continue reading Swimnews.net, ein síða til okkum sum vilja síggja svimjing
Berlin 2007: 4 heimsmet, 7 evropeisk, og annað
Jón, vit skuldu verið farnir! SwimNews dregur her saman um World Cup í Berlin, og sigur at hendan stevnan burdi verið finalan í World Cup skránni, so væl sum týskarar arrangera og fáa í lag skjóta svimjing. Hartil hevur hann (Craig Lord) eina áhugaverda átalu av stigatalvuni hjá FINA, har hann spyr hví 0,42 sekund av heimsmetinum í 100 frí telja minni enn 0,01 sekund í 50 frí.