So siga stjørnurnar sjálvar um Berlin 2007

SwimNews listar her upp ymisk sitat frá svimjistjørnum og -venjarum á World Cup stevnuni í Berlin. Rættiliga áhugavert so tosar Stefan Nystrand m.a.  um hvussu hann vegna broyttar matvanar nú ikki hevur havt éin sjúkradag í longri tíð… Nakað sum (svenski) Mats Brisenfeld eisini tók upp á gongini her úti á Formula í morgun, tá ið vit tosaðu um hví Nystrand nú knappliga svam so skjótt.

Mats fylgir betri við í svenskum svimjitíðindum enn eg, og eg taki tí fyri góða vøru tá ið hann sigur at Nystrand hevur havt nógva nyttu av videoanalysu og kostráðgeving í seinastuni. Estiski Rejn Haljand hevur pilkað sundur og bygt upp startin hjá Nystrand, við at filma og vísa Nystrand hvat hann gjørdi galið, og onkur kostráðgevi hevur fingið hann at droppa cola og tílíkt.

Sum tit nokk kunnu lesa millum reglurnar her, so er alt hetta bara leysatíðindi og prát millum tveir svimjiáhugaðar í morgun. Men eg helt tað vera áhugavert at renna seg í hatta við kostvanunum aftur, tá ið SwimNews nú skrivar um Nystrand: “On his change of diet: ‘Since then I haven’t had one sick day. I think I’m on the right way with regard to the Olympics.’ “

2 thoughts on “So siga stjørnurnar sjálvar um Berlin 2007”

  1. Tú finnur faktiskt rættiliga nógv á internetinum við at leita eftir “stefan nystrand kost” í Google.

    Her er til dømis ein grein í svenska blaðnum DN, har tað beinleiðis stendur at betri livivanar vóru orsøk til metini hjá Nystrand. Slutt við hamburgarar og góðgæti, hann tapti seg 11 kilo uppá eitt hálvt ár, og tað er slutt við at fara í býin ella sita framman fyri telduna um náttina. Í øllum førum ta tíð sum hann roynir at koma ella vera í toppform. Rættiliga áhugavert siga tey eisini um venjingina hjá honum, at tey strikaðu ‘grásonuna’, og nú bara trena annaðhvørt hart ella leyst.

    Í Aftonbladet sigur Nystrand at “jag har blivit bättre på kost, träning och fokusering”. Í svenska Eurosport sigur hann “balans”, “Balans vad gäller kost, träning och vila”. Og um venjingina “Jag känner att jag har hittat en bättre balans mellan träning och återhämtning. Och mellan kvalitet och kvantitet. Jag tränar mindre mätt i meter nuförtiden och lägger mer tid på teknik och kvalitativ träning”.

    Í heilum verður víst á ein Magnus Kjellberg, kostráðgeva hjá svenska landsliðnum. Sum til dømis á heimasíðuni hjá Neptun, svenska svimjifelagnum hjá Nystrand, og her einastaðni í arkivinum hjá simma.nu: ” Stefan som redan 2000 vann EM kom i år 3:a på 100 Medley vid VM i Shanghai har ställt om både sin kost och träning med hjälp av landslagets Magnus Kjellberg för att i Peking vara i storform. I somras kom resultatet när han sam fortare än någonsin på 100 fritt vid EM i Budapest”

  2. Úr greinini í DN:

    “Nya levnadsvanor bakom Nystrands rekord

    VM-missen för två år sedan blev en väckarklocka. Stefan Nystrand tänkte om – han skippade skräpmaten, började sova om nätterna och träningspassen gick antingen jättefort eller väldigt långsamt.
    – Vi börjar få utdelning på det vi gjorde, säger Anne Forsell, sprinterns tränare sedan 11 år.

    Anne Forsell firade lördagens världsrekord på 100 meter med att gå ut och äta på en italiensk restaurang i Berlin. Stefan Nystrand stannade på hotellet, gick och lade sig efter maten.”

    Heimsmet boys and girls – og hann fer í song aftaná !!

    (Leggið eisini til merkis at venjarin fór í býin. Tað er lov… hjá venjaranum 🙂

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.