Sama tíð í 200 firvald :-)

Stuttligt at fylgja við ‘live’ á debrecen2007.com. Heimafavoritturin Laszlo Cseh lá á odda men dragnaði týðiliga tá ið 2-3 longdir vóru eftir, og mannaði seg tí upp aftur tá ið polski Pavel Korzeniowski vendi samstundis sum hann til síðstu longd. Teir komu inn í senn, og á úrslitatalvuni stóð eina løtu sama tíð til báðar svimjararnar, til tey nú opinbart hava funnið ein eyka tíggjundapart til Cseh. Continue reading Sama tíð í 200 firvald 🙂

2 føroysk met í morgun

Vit hava longu skrivað vítt og breitt um Pál og hansara 15:10.02 í morgun, men Kári J. á Høvdanum setti eisini met. Hann svam sambært úrslitanum 100 rygg í tíðini 57.41, sum er 3 tíggjundapartar skjótari enn føroyska metið sum hann setti á NJM í Havn fyri 14 døgum síðani. Og enn einaferð kann hann tíverri síggja, at tíðin hann svimur í dag vildi givið honum heiðursmerki av fínari slag á NJM. Continue reading 2 føroysk met í morgun

Pál – 1500 frí – 15.10.02

Jamen, hvat sker 15.10, tað er undir 1.01 pr 100m ……

Fyri flest allar svimjarar er minnutið eitt magiskt mark – men Pál ger tað 15 ferð á rað, uttan pausu…..

ÓFATULIGT, FANTASTISKT, SUPER, eg havi ikki orð fyri hesum.

Sjálvandi nr 1 á europaranglista fyri juniorar.

Super hamrandi flott PÁL

Eisini hinir føroyingarnir í Ungarn, flott svomið.

Kári, tillukku við metinum, og eini sera flottari tíð í 50 rygg

 

Eisini heimsmet 2. dag á EM

Ungarski Laszlo Cseh betraði um sítt egna met í 400 blandað, so at tað nú er 3:59.33 heldur enn 4:00.37. Harvið gjørdist hann eisini fyrsti maður undir 4 minuttir á teininum. Ikki so galið at seta heimsmet á heimabana, tveir dagar á rað 🙂

Niðurlendsku Inge Dekker, Hinkelien Schreuder, Ranomi Kromowidjojo og Marleen Veldhuis settu eisini heimsmet í 4 x 200 frí, við at svimja 1:34.82 har gamla metið hjá Niðurlondum var 1:36.27. Hendan kapping er tó ikki góðkend FINA grein, og tí ikki at síggja á metlistunum hjá FINA.

Annars er ein góður samandráttur av finalunum í dag at lesa her á SwimInfo. Saman um tikið hava tey sett eina rúgvu av nationalum metum, umframt at russiska Yuliya Efimova setti evropeiskt met í 200 bringu (2:19.08) og danska Lotte Friis mann hava sett norðurlendskt met í 800 frí við at vinna kappingina og seta danskt met í tíðini 8:12.27.

Aðrir svimjarar vóru heilt nær at heimsmetum, og svensku heimsmet-haldararnir Anna-Karin Kammerling (50 firvald) og Stefan Nystrand (100 frí) vardu saman við Lotte Friis okkara norðurlendsku litir. Hinvegin varð bringusvimjingin meira kontroversiel, við tað at dómararnir eru farnir at døma harðari, og til dømis russisku Dmitry Komornikov og italski Alessandro Terrin tí fullu fyri kolldømdingarreglurnar.

Føroyskt met til Kára ?

Tað sær út til at Kári J. á Høvdanum hevur sett nýtt føroyskt met í 50 rygg í morgun, á Evropeisku Meistarastevnuni í Debrecen (Ungarn). Tíðin varð 26.83 sekund, sum í øllum førum er væl skjótari enn metið á almenna metlistanum hjá SSF (27.29), og eisini skjótari enn hansara silvurvinnandi tíð á NJM 2007 (26.95).
Continue reading Føroyskt met til Kára ?

2 heimsmet á fyrsta degi av EM

Stjørnurnar svumu alvorliga skjótt á Evropeisku Meistarastevnuni í dag. Fyrst setti polska Otylia Jedrzejczak heimsmet í 200 firvald við tíðini 2:03.53, og løtu seinni megnaði ungarski Laszlo Cseh at seta heimsmet í 200 blandað við 1:52.99, á heimabana í Ungarn. Gomlu metini áttu ávikavist kinesiska Yu Yang (2:04.04) og brasilski Thiago Pereira (1:53.14)
Continue reading 2 heimsmet á fyrsta degi av EM

Nýtt heimsmet í 4×100 frí hjá kvinnum

Hálendsku Hinkelien Schreuder, Femke Heemskerk, Ranomi Kromowidjojo og Marleen Veldhuis hava í dag sett nýtt heimsmet í 4×100 frí á stuttbana, tá ið tær á ‘Dutch Open’ svumu teinin á 3:30.85 (splitt-tíðir 53.40, 52.95, 52.88 og 51.62). Avstralia átti gamla metið á 3:31.66. Lesið her á SwimInfo.