Ungarski Laszlo Cseh betraði um sítt egna met í 400 blandað, so at tað nú er 3:59.33 heldur enn 4:00.37. Harvið gjørdist hann eisini fyrsti maður undir 4 minuttir á teininum. Ikki so galið at seta heimsmet á heimabana, tveir dagar á rað 🙂
Niðurlendsku Inge Dekker, Hinkelien Schreuder, Ranomi Kromowidjojo og Marleen Veldhuis settu eisini heimsmet í 4 x 200 frí, við at svimja 1:34.82 har gamla metið hjá Niðurlondum var 1:36.27. Hendan kapping er tó ikki góðkend FINA grein, og tí ikki at síggja á metlistunum hjá FINA.
Annars er ein góður samandráttur av finalunum í dag at lesa her á SwimInfo. Saman um tikið hava tey sett eina rúgvu av nationalum metum, umframt at russiska Yuliya Efimova setti evropeiskt met í 200 bringu (2:19.08) og danska Lotte Friis mann hava sett norðurlendskt met í 800 frí við at vinna kappingina og seta danskt met í tíðini 8:12.27.
Aðrir svimjarar vóru heilt nær at heimsmetum, og svensku heimsmet-haldararnir Anna-Karin Kammerling (50 firvald) og Stefan Nystrand (100 frí) vardu saman við Lotte Friis okkara norðurlendsku litir. Hinvegin varð bringusvimjingin meira kontroversiel, við tað at dómararnir eru farnir at døma harðari, og til dømis russisku Dmitry Komornikov og italski Alessandro Terrin tí fullu fyri kolldømdingarreglurnar.
Hoyrdi eina stuttliga søgu á Eurosport. Cseh hevði givi Ungarska svimjisambandinum eitt kort 2 dagar áðrenn EM har tað stóð at hann vildi seta nýtt heimsmet í 200m blandað við tíðini 1:52,99 og hann gjørdi akkurát tað. Korti var ein gáva, nú Ungarska Svimjisambandi er 100 ár í ár. Ótrúligt 🙂