Minutt mørkini hava altíð verið nakað serligt fyri svimjarar, kannska serliga 1 minutt, í 100 frí. Men eftirhondini hava vit svimjarar undir álíkavíst 1, 2 og 4 min. í fleiri greinum, og sum vit vita nærkast onkur jú 8 og 15 min. mørkunum við ferð.
Fyrstur at svimja skjótari enn eitt minutt, var tann kendi Johnny Weissmuller(USA), sum tey flestu kenna fyri sín leiklut sum Tarzan. Men Johnny Weismuller svam veruliga skjótt. Longu í 1922 svam hann sum tann fyrsti undir minuttin, 58,6 og vann 3 gull við OL í 1924 og 2 gull í 1928.
Fyrsta kvinna undir minuttin var austraska Dawn Fraser, sum svam 100 frí upp á 59,9 í 1962.
Don Schollander(USA) var fyrsti maður undir 2 min, í 200 frí. Tað var í 1963.
Við OL í 1980 vakti tað veruligan ans, tá Vladimir Salnikov(Sovj) svam 1500 frí undir 15 min. 14.58.27
Omanfyri nevndu tíðir eru á langbana, undantikið Johnny Weismuller, har kenni eg ikki hyljastøddina.
Í Føroyum var tað Høgni Mikkelsen úr Klaksvík, sum fyrstur breyt minutt markið, hetta var í 1975 (haldi eg). Eg veit ikki hansara fyrstu tíð undir minuttið, men hansara met upp á 55,3, var sett í 1977 og stóð í 10 ár.
Elspa Mørkøre var fyrsta kvinnan undir minuttið, meini hetta var í 2006. (korigera meg um eg fari skeivur.)
Petur Heðin á Fløtti var fyrstur undir 2 min, til oyggjaleikir í Føroyum í 1989. (1.58.xx)
Í 100 firvald hava nakrir verið undir minuttið, veit ikki hvør var fyrstur, eitt boð er Jon Hestoy, onkuntíð fyrst í 80’unum.
Í 100 rygg var Kári J. á Høvdanum fyrstur undir minuttið, hetta var í 2007
Pál Joensen var fyrstur undir 4 min, í 400 frí, NJM í Havn 2007, 3.54.xx (ella var hann undir fyrr)
Stuttligt kundi verið at gitt eitt sindur um hvørji minutt mørk fara at verða brotin í næstum:
Eg eri vísur í at Pál Joensen kann svimja undir 8 min, í 800 frí, hann liggur undir 4 til venjing, fleiri ferð sama dag !
Tað næsta verður nokk eisini Pál, í 1500 frí, undir 15 min. Eg rokni við at hetta markið verður brotið í ár !
Eg giti at vit eiga onkran sum er mentur at fara undir minuttið í 100 IM – eitt boð?
Eg haldi eisini vit eiga menn/dreingir sum áttu at komið undir 2 minutt, fyrst í 200 rygg, hareftir í 200 firvald; hvat av hesum kemur fyrst, hvør og nær ?
Hjá kvinnum/gentum er nokk nakað longri til næsta minutt markið verður brotið, ella …
Eitt boð kundi verið 200 frí.
Harnæst 100 firvald, og evt 100 rygg, men her er eitt fitt petti enn !
Tey seinastu minutt mørkini eg vænti verða brotin eru:
200 IM og 100 bringu hjá monnum; havi ringt við at fáa eyga á nakran sum kann fremja hetta, men er nakar í yngra ættarliðnum sum man megna hetta ?